Mítt blað - dag og vikublað
Eg lesi færri og færri dag- og vikubløð, má eg viðganga. Tað er ikki soleiðis, at eg dagliga keypi ella lesi bløð. Tá vikuskifti er plagi eg at keypa mær antin Dimmalætting ella Sosialin heim við at lesa.
Mín heimasíða
Tá tað kemur til tíðindi lesi eg mest portalin, dimma.fo, jp.dk og borsen.dk. Tá tað kemur til slatur, so stendur ekstrabladet.dk ovast á listanum. Og tá tað kemur til lívstíl er tað oestrogen.dk og ymiskir bloggar. Og so sjálvandi Kvinna.fo, har viðhvørt er gongd í onkrum áhugaverdum kjaki.
Mítt sosiala netverk
Eg havi roynt ymisk netverk á netinum, men nú eri eg einans virkin á facebook. Eg brúki tað bæði í arbeiðnum og privat. Til dømis finni eg ofta folk til greinarnar í Kvinnu ígjøgnum facebook. Privat nýti eg tað til at viðlíkahalda persónlig sambond, og ikki minst til okkurt spæl, sum fær heilan at slappa av eftir ein harðan arbeiðsdag.
Mín tónleikur
Mær dámar mestsum øll sløg av tónleiki, so eg havi ilt við at koma við einum greiðum boði her. Føroyska songkvinnan Lena og danska Anne Linnet eru tvær, sum eg haldi eru fantastiskar.
Mín dvd
Eg eigi eitt ótal av DVD’um, men tær sum verða spældar aftur og aftur eru í lættara endanum so sum: The Devil Wears Prada, Bridget Jones Diary, Love Actually og Confessions of a Shopaholic.
Mítt magasin
Sjálvandi er Kvinna mítt yndismagasin, sum eg lesi frá a-z og kenni hvørt komma í hvørjari útgávu. Av útlendskum magasinum er IN mín klári favorittur, men eg kann eisini finna uppá at keypad Alt for Damerne og Woman.
Mín sjónvarpsrøð
Sex and the City kann eg síggja umaftur og umaftur. Eg elski hasar fýra genturnar, sum eru so frælsar, kular og lekrar. Har fái eg íblástur til mitt arbeiðslív og privatlív.
Mítt útvarp
Eg dugi illa at siga, um eg lurti meiri eftir Kringvarpinum, Rás 2 ella Lindini. Eg lurti mest eftir útvarpi, tá eg koyri bil, og tá snýr tað seg um at finna rásina við besta tónleikinum.
Mín bók
Allarbest dámar mær at lesa krimibøkur. Eg havi td. lisið allar hjá Lizu Marklund, Stieg Larsson og Camillu Läckberg. Beint nú eri eg í gongd við eina hjá Sarah Blædel, hon eitur: Hævnens gudinde
Mín telefon
Eg havi eina hvíta Nokia E71 í løtuni. Eg gangi ikki so høgt uppí just hvat modell eg havi, men hon skal vera hent at brúka og eitt sindur lekkur. Eg skal kunna lesa og skriva teldupostar, fáa uppdateraðan kalendara og kunna fara á netið við henni skjótt og lætt.
Hvat vil tú ikki brúka tíð uppá?
Bløð, sum einans skriva um fyritøkur, sum lýsa í blaðnum. Ofta sært tú lýsing frá eini fyritøku beint við síðuna av eini grein um fyritøkuna. Hetta tími eg ikki at brúka mína tíð uppá.
Hvat irriterar teg í miðlunum?
Tað irriterar meg, at miðlar ikka fara í dýpdina við evnum og lýsa tey frá ymsum síðum. At tey ikki fáa allar partar við, tá tey lýsa eitt mál. Og so irriterar tað meg, at miðlar ofta fara eftir persónum heldur enn at lýsa eitt mál objektivt.
Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?
Eg vildi ynskt, at vit fingu meiri fokus í fjølmiðlunum. At dagbløðini konsentrera seg um tíðindir, so vit fáa meiri dygd inn í. Eg føli at fjølmiðlarnir vilja fevna so breitt, at alt verður gjørt hálvt.