Miðlarnir og eg - Linda Kølleskov

Linda Kølleskov hyggur eftir Pretty Woman og lesur um afganskar kvinnur.

Mítt blað - dag og vikublað

Eg keypi ikki dagbløðini longur, lesi øll tíðindi á alnótini.

Vikublaðið, ið vanligani verður keypt er Femina.


Mín heimasíða

Heimasíðan, ið verður vitjað hvønn dag og fleiri ferðir um dagin er portal.fo


Mín tónleikur

Eagles eru altíð góðir


Mítt sosiala netverk

Facebook er eitt sera sterkt netverk, ið eg nýti oftani. Tað er lætt at koma í samband við fólk. Td. nú vit sita og planleggja eina

floksveitslu. Nógvar av floksfeløgunum misti man sambandi við, tá ið tey fluttu av landinum í lestrarørindum. Við Facebook hava vit fingið fætur á teimum flestu uttan nakað hóvasták


Mín dvd

Um tað skal verða ein hugnaligur og romantiskur filmur, so er Pretty Woman altíð góður.

Men um tað skal verða ein filmur sum hevur eitt sindur meira innihald í, so er "En verden udenfor" ein fantastiska góður filmur.


Mítt magasin

Eitt magasin, ið verður keypt hvønn mánaða er Boligliv


Mín sjónvarpsrøð

Forbrydelsen var ein sera góð sjónvarpsrøð


Mín bók

Bókin, ið liggur á náttborðinum í løtuni eitur "Kvindernes krig" eftir Anne-Cathrine Riebnitzsky. Ein sera áhugaverd bók, ið er skrivað av einum kvinnuligum donskum officeri, ið hevur verið niðri í Helmand í 14 mánaðir, har hon møtir teimum undirtryktu afgansku kvinnunum, ið hon ið loyndum byrjar at arbeiða saman við


Mítt útvarp

Tá ið eg lurti eftir útvarpi, er tað FM102.0


Mín telefon

Mìn fartelefon er ein I-phone


Hvat vil tú ikki brúka miðlatíð uppá?

At hyggja eftir Degi og viku og síggja "Nýggjheitir", ið man sum oftast hevur sæð og hoyrt dagin fyri í øllum hinum miðlunum, sum sum oftast klára at fortelja tíðindi, uttan fleiri teknisk brek uppá 15 min.


Hvat irriterar teg í miðlunum?

Eitt sum er rættuligani irriterandi er, at miðlarnir oftani hava eina stóra og áhugaverda yvirskrift. Tá ið evnið so verður viðgjørt. So er tað sum oftast rættuligani yvirfladiskt viðgjørt. Tað verður oftani ikki farið í djúpdina av evninum og fylgt upp aftur.


Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?

Kundi gott hugsa mær, at tað var eitt sindur meira av Føroyskum dokumentari.