Mítt blað
Dimmalætting, Sosialurin, Norðlýsið og Weekendavisen. Restin á internetinum.
Mín heimasíða
Surfi á eini ørgrynnu av heimasíðum at leita eftir tíðindum og hugskotum. Til dømis dagensmedicin.dk, cnn.com, sermitsiaq.gl, aftenposten.no, kristeligtdagblad.dk, kringvarp.fo, portal.fo, dimma.fo, nordlysid.fo, vagaportal.fo og sudurras.fo. Haraftrat heimasíður hjá føroyskum kommunum, aðalráðum og fyritøkum.
Mín tónleikur
Næstan allur tónleikur. Veldst um lagið og umstøðurnar: The Well hjá Crawling Blue hart frá í bilinum. Páll Finnur Páll, tá børnini ikki eru í bilinum … ABBA á dansigólvinum. Afzelius, Mozart og Hanus Johansen afturvið einum temunni. Og alskyns popputur tónleikur til rennitúrarnar. Jazz og einstáttað techno kann eg bert halda út, um eg fái eina góða søgu um, hví júst hetta lagið/tónleikarin er áhugaverdur.
Mítt sosiala netverk
Facebook
Mín dvd
Har ráða børnini, og tí eru tað mest barnafilmar í løtuni.
Mítt magasin
Eri meira til bøkur og tíðindabløð, men lesi onkuntíð I Form og Alt for Damerne.
Mín sjónvarpsrøð
Eri ov ótolin til sjónvarpsrøðir. Orki ikki at brúka 10 sunnukvøld frammanfyri skýggjanum at finna útav, hvør var mordarin…
Mín bók
Beint nú ”Knivens æg” eftir Abraham Verghese og ”Interview” hjá Kurt Strand.
Mítt útvarp
Kringvarp Føroya, men lúri sjálvandi inn til kappingarneytan Rás2;-)
Mín telefon
Nokia 6110 Navigator.
Hvat vil tú ikki brúka miðlatíð uppá?
Cowboyfilmar! Og tíðindatilfar, sum er sjuskut skrivað.
Hvat irriterar teg í miðlunum?
Sjusk og endurtøkur.
Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?
Gjøgnumarbeidd og kritisk tíðindi frá journalistum, sum hava fingið stundir og umstøður at seta seg ordiliga inn í viðurskiftini.