Miðlarnir varpa ljós á Føroyar

Úrslitini hjá Páli Joensen hava vaks ans í Evropa.
Allan Nielsen hevur skrivað um evropameistarakappingina í Budapest fyri danska Politiken. Aftaná kappingina í 1500 metra frísvimjing mikudagin, ivaðist hann ikki, at Pál Joensen hevur framt størsta føroyska ítróttarbragd nakrantíð.
- Er ein fótbóltssigur á Eysturríki størri enn eitt silvurmerki í EM-kapping? Nei, ha?, byrjar Allan Nielsen sína grein á heimasíðu hjá Politiken.
Stóra bretska blaðið, Daily Telegraph, metir, at silvurheiðursmerkið hjá Pál verða eina risasensatión, sum føroyingar av álvara skulu hátíðarhalda.
Blaðið skrivar, at føroyingar skulu hátíðarhalda úrslitini við einum almennum frídegi. Serliga, tá tú hugsar um mongu stórtapini, sum føroyska fótbóltslandsliðið hevur lagt rygg til, skrivar blaðið.
Daily Telegraph varpar eisini ljós á vánaligu venjingarumstøðurnar í Føroyum.