Onkustaðni í Kenya situr ein lítil svørt, genta, sum eitur Mia – uppkallað eftir 25 ára gomlu Miu Jacobsen úr Havn.
Mia úr Havn er ikki í familju við lítlu Miu í Kenya. Kortini kennir hon seg tætt knýttað at henni.
- Mamma hennara Carol var uppá vegin og útblakað heima, tá eg hitti hana á kvinnuheiminum í Nakuru í Keyna, har eg júst havi verið í starvsvenjing, fortelur Mia Jacobsen, sum er pedagoglesandi.
- Eg royndi at vera um Carol, tosa við hana og annars hjálpa sum frægast. Hon hevði tað ikki so lætt, men var ómetaliga glað, tá hon átti sína lítlu dóttur, stutt áðrenn eg fór avstað, greiðir Mia Jacobsen frá.
Beint áðrenn Mia Jacobsen varð noydd at fara úr Kenya fyri einum mánað síðani, fekk hon at vita, at Carol hevði valt at vísa Miu Jacobsen sítt takksemi við at uppkalla lítlu dóttrina eftir sær.
Sjálv kennir Mia Jacobsen tað, sum at hjálpin, hon gav, bert var ein dropi í havinum. Tí hevur Mia nú tikið stig til eina stuðulskonsert til frama fyri kvinnuheimið í Nakuru.
Konsertin verður á margarinfabrikkini í annaðkvøld klokkan 20, og alt yvirskotið fer til kvinnuheimið.
Hvør króna ger mun
Mia Jacobsen dugir illa at meta um, hvussu nógvan pening ein slík konsert kann geva, men sum hon sigur
- Hvør einasta króna ger mun. Kvinnurnar á heiminum í Nakuru tørva stutt sagt alt líka frá mati og blæum til alneyðugan heilivág, tí sum er, fær heimið lítlan og ongan fíggarligan stuðul.
- Nógvar av kvinnunum, sum koma á heimið, eru bara 14 til 15 ára gamlar og hava verið fyri harðskapi og neyðtøku. Aðrar koma, tí tær eru vorðnar uppá vegin, uttan at vera giftar, og tí vil familjan ikki vita av teimum. Summar eiga tískil sítt barn á gøtuni, har onkur kanska finnur tær, og kemur til kvinnuheimið við teimum.
Mia Jacobsen greiðir frá, at í fyrsta umfari fáa kvinnurnar ymsa bráfeingis hjálp. Men heimið hevur eisini havt ymisk frálærutilboð til tær, so tær kunnu klára seg sjálvar, tá tær fara út í lívið aftur.
- Men nú eru hesi tilboðini eisini stórt sæð burtur, tí pengarnir røkka nóg illa til tað allarmest neyðuga, sigur Mia Jacobsen, sum tí vil tryggja, at peningurin, sum kemur inn frá konsertini, kemur á rætta stað.
- Tí havi eg sett mær fyri, sjálv at hava peningini við, tá eg fari at vitja á heiminum aftur í juli mánað, sigur Mia Jacobsen.
Mátti fara
Eftir ætlan skuldi Mia Jacobsen vera í starvsvenjing á kvinnuheiminum í Nakuru fram til 1. mars. Men av tí at ófriður brast á í Kenya, varð hon noydd at fara úr landinum ein mánað, áðrenn starvsvenjingartíðin varð liðug.
Mia Jacobsen greiðir frá, at sum ung, hvít kvinna í Kenya ert tú í eini sera ótryggari støðu, tá ófriður er í einum slíkum landi. Fólk eru desperat, og halda ofta, at ein hvít kvinna nokk eisini hevur nógvar pengar. Tí verður tú skjótt eitt lætt offur.
- Men eg fór ikki, tí eg var bangin. Eg fór, tí eg hvørki hevði møguleika at hjálpa ella gera mína starvsvenjing lidna undir verandi umstøðum, sigur Mia Jacobsen.
Starvsvenjingin hjá Miu Jacobsen heldur nú fram á Margarinfabrikkini, har hon millum annað hevur havt temadagar um Kenya. Í tí sambandi fekk hon hugskotið til stuðulskonsertina.
- Eg kenni meg sera hepna, tí fólkini her á Margarinfabrikkini vóru beinanvegin við uppá hugskotið, og vistu eisini alt um, hvussu tú skipar fyri slíkum konsertum. Eg havi nevniliga ongantíð roynt nakað líkandi fyrr, so eg eri ótrúliga spent, smílist Mia Jacobsen.
Hon leggur afturat, at um fólk ikki hava høvi at koma á konsertina, men kortini hava hug at stuðla tiltakinum, kunnu tey venda sær til sín á tlf. 22 16 15
FAKTA
Stuðulskonsert
Stuðulskonsertin til frama fyri Kvinnuheimið í Kenya verður á Margarinfabrikkini leygarkvøldið klokkan 20.
Luttakarar verða:
Guðrið Hansdóttir
Ása Wraae
Linda Petersen