Miami Heat vann í nátt sítt triðja NBA meistaraheitið, tá teir vunnu alt avgerandi sjeynda finaludystin móti San Antonio Spurs.
Miami Heat, við heimsstjørnuni LeBron James á lønarlistanum, var annars um reppið at missa alt á gólvið í sætta dystinum. San Antonio Spurs vóru á odda 3-2 í finalurøðini, sum er í mesta lagið sjey dystir. Tí skuldi Spurs bara vinna sætta dystin fyri at vinna meistaraheitið. Men í evstu løtu kempaði Miami Heat seg upp á javnleik og vann í longdari leiktíð.
Í nátt var so nýggjur dystur og hesa ferð var Miami Heat omaná og vann 95-88. Stóri spælarin gjørdist ikki heilt óvæntað LeBron James, sum skoraði 37 av stignum hjá Miami Heat. Lebron James varð eisini valdur til besta spælaran fyri alla finalurøðina.
Talan var um javnan dyst, tí bara 40 sekund fyri tíð kundi Tim Duncan havt javnað til 88-88, men bólturin vildi ikki í kurvuna. Í hinum endanum var Lebron James neyvur og so var finalan avgjørd. Hetta er triðju ferð upp í slag, at Miami Heat er í NBA finaluni. Í 2011 taptu teir fyri Dallas Mavericks. Í fjør vunnu teir á Oklahoma City Thunder.
Mest vinnandi feløgini í NBA eru Boston Celtics við 17 NBA heitium og Los Angeles Lakers við 16 NBA heitum. Miami Heat hevur vunnið meistaraheitið tríggjar ferðir. Í 2006, 2012 og 2013.
Samandráttur frá sjeyndu finaluni kann síggjast við at trýsta <ahref="http://www.nba.com/games/20130620/SASMIA/gameinfo.html?ls=iref:nbahpt11a">HER.
NBA finalurnar:
Finala 1: Miami Heat 88-92 San Antonio Spurs
Finala 2: Miami 103-84 San Antonio
Finala 3: San Antonio 113-77 Miami
Finala 4: San Antonio 93-109 Miami
Finala 5: San Antonio 114-104 Miami
Finala 6: Miami 103-100 San Antonio (Longd leiktíð)
Finala 7: Miami 95-88 San Antonio
Miami Heat vinnur NBA finalurøðina 4-3