GBOB
G! Music hevur fyrr kunngjørt at Danin Jeppe Nissenog norrmaðurin Kristoffer Kinden Endresen fara at døma GBOB, men nú er almannakunngjørt at triðji og seinsti útlendski dómarin er Michael Callesen, ið kemur sum umboð fyri SPOT festivalin í Århus. SPOT verður mettur, sum ein av mest týðandi sýnisgluggunum fyri nýggjar norðurlendskar bólkar. Michael hevur umframt arbeiðið við Spot, m.a. verið hugskotsmaður aftanfyri Calcutta Festivalin í Århus, eins og hann hevur verið formaður fyri landsfelagið Fajabefa, ið er landsfevnandi felagskapur í Danmark, við áleið sama endamáli og virkisøkjum sum Grót.
Michael hevur verið stjórnarlimur í Husets Musikteater/VoxHall í Århus, eins og hann nú er limir í stjórnini fyri venjingarfelagið MONO. Michael er limur í Århus Amts Musikudvalg og arbeiðir dagliga innan fyri danska rokktónleikafelagskapin ROSA við at seta nýggjar verkætlanir í gongd.
Tveir føroyingar
Umframt teir tríggjar útlendsku dómararnar, verða tveir föroyingar millum dómararnar, soleiðis at tað vera tilsamans 5 dómarar, sum gera av hvör ferð víðari til London at kappast um teir 100.000 dollararnar.
Nógvar royndir
Bogi á Lakjuni er ein av teimum báðum føroysku dómarunum. Bogi á Lakjuni er úr Fuglafirði. Hann er sambært heimasíðuni hjá G!Music meira musikalskur enn tey flestu og hevur framúr sans fyri melodium, hvat ljóðar væl og hvat riggar saman tónleikaliga. Bogi hevur m.a. vunnið Prix Føroyar kappingina í 2001
Bogi hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir á føroyska tónleikapallinum, er av tónleikaraætt og hevur fingið tónleik í blóðið heilt frá barnsbeini av.
Bogi sang og spældi í mong ár við í Siloakórinum í Fuglafirði og hevur annars klimprast, murrað, spælt og skapt tónleik síðan smádreingjaárini. Bogi er kanska mest kendur sum framúr góði sologuitarleikarin í Clickhaze, hjá Knút H. Eysturstein og í bólkinum hjá Petur Pólsyni. Bogi spældi í sínari tíð bass grungerokkbólkinum Visible Fish, og her eins og í Clickhaze átti Bogi sín stóra part í lagaskrivingini. Bogi hevur eisini verið úti um seg á stórum pallum í Norðurlondum og hevur m.a. spælt fyri stórari fjöld Roskildefestivalunum.
Nýggjasta avrik hansara er at standa fyri framleiðsluni av nýggju og væl fagnaðu fløguni hjá Petur Pólsyni.