Miðbýurin á Tvøroyri gerst grønari

Fríðkanin av miðbýnum á Tvøroyri heldur fram, og í gjár vórðu trø sett niður á p-økinum millum Strandfaraskip Landsins og Betri Banka.

Trøini eru av slagnum Bornholmskt Royniberjatræ og eru keypt úr Hálandi.

 

– Trøini eru fimm metrar høg, og snøgt sær tað út, nú tey eru sett niður. Vónin er at trøini koma at trívast, so vit innan stutta tíð síggja grønar spírar á greinunum, sigur Tvøroyra kommuna í tíðindaskrivi.

 

Miðskeiðis í býnum, á p-økinum millum Bónus og Býarsavnið, eru vakrir plantupottar settir upp. Ymiskar plantur eru plantaðar í teir, ið blóma ymiskar tíðir av árinum.

 

Á trøini við gomlu Roykstovuna hjá T.F. Thomsen er eisini nógv arbeiði í gongd. Sum kunnugt verður trøðin gjørd til grønt øki við benkrum, borðum og parkour-øki til ungdómin.

 

Nú eru so trø sett niður her á økinum og í næstum verður farið undir at gera eina gøtu gjøgnum trøðna. Gamli hjallurin á trøðni, verður eisini tikin niður komandi tíðina. Trøini eru av fleiri ymiskum sløgum: Japanskt royniberjatræ, fuglakirsiberjatræ, sírenutræ, navr(ahornsslag), kirsuberjablomma, berjamispil og tyrnirunnur. Spennandi verður at fylgja við og síggja hvussu trøini fara at roynast í føroyska veðurlagnum.

 

– Ein sannroynd er tó, at her á Tvøroyri tykjast trø at trívast sera væl í lívdini í miðbýnum og vónin er hetta eisini verður úrslitið á gomlu Roykstovutrøðni, skrivar kommunan.