Mika Myllylä funnin deyður

Fyrrverandi finski skíðrennarin Mika Myllylä er funnin deyður í húsum sínum í býnum Kokkola. Hann var 41 ára gamal. Finska løgreglan sigur, at hon hevur ikki illgruna um, at talan er um nakra brotsgerð.

 

Mika Myllylä vann gull í 30 kilometra kappingini á teimum olympisku vetrarleikunum í 1998. Harumframt vann hann fimm OL-heiðursmerkir í øðrum kappingum umframt fýra HM-heiðursmerkir.

 

Síðst í nítiárunum var Mika Myllylä uppi í einari stórari finskari dopinggølu, og í 2001 bleiv hann útistongdur í tvey ár frá øllum skíðkappingum. Eftir sína virknu tíð sum ítróttarmaður fekk Mika Myllylä trupulleikar við rúsdrekka, og hann hevði eisini eina ákæru um haðrskap ímóti sær, nú hann doyði.