At John Johannesen vann sær einar 75.000 krónur við at siga seg frá sum landsstýrismaður og gerast løgtingsmaður aftur, hevði eisini aðrar avleiðingar.
Tá ið John Johannesen formliga fór aftur í løgtingið í gjár, var varamaðurin Mikkjal Sørensen ikki tingmaður longur.
Og ti fær hann ongar bíðipengar.
Mikkjal Sørensen hevur verið fastur varamaður í seinastu tingsetu, og síðan august hevur hann sitið í tinginum, tá ið Andreas Petersen fór í farloyvi.
Hevði Mikkjal Sørensen sitið í tinginum, til nývalda løgtingið tók við, átti hann bíðipengar í fýra mánaðir.
- Peningurin hevur einki at týða fyri meg, men hatta er ein løgin skipan, sigur Mikkjal Sørensen.