Mikkjal fegnast um møguleikan at spæla FM-finalu (FM1)

(FM1) Hoyr ein fegnan høvuðsvenjara hjá KÍ, Mikkjal Thomassen seta orð á týdningarmikla 3-2 sigurin á NSÍ á heimavølli

##med2##

Tað verður FM-finala í Gundadali í Havn komandi leygardag tá B36 og KÍ dystast.

KÍ vann 3-2 á NSÍ á heimavølli, B36 vann 1-0 á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu.

KÍ hevur ein fyrimun við betri málmuni, og kann við bæði javnleiki og við sigri tryggja sær fyrsta FM-heitið í 20 ár, og 18. FM-heitið í søgu felagsins.

B36 má vinna á KÍ fyri at tryggja sær 12. FM-heitið í søgu felagsins.

Hetta er ein støða sum høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen hevur tað fínt við, og hann endurminnur, at ein FM-finala móti B36 hevur verið málið, og nú er tað málið rokkið.

Mikkjal heldur, at spælararnir hjá honum hava meir ella minni verið partur av FM-stríðnum undanfarnu fýra kappingarárini, og hann heldur, at liðið átti at verið væl fyri í hesum stríðnum.

- Liðið gerst betri og betri, og nú fæst at síggja um vit megna at knógva B36, sigur Mikkjal Thomassen í samrøðu við reportaran hjá FM1, Trónd Arge.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Mikkjal Thomassen aftaná 3-2 sigurin hjá KÍ á NSÍ í Klaksvík fyrr í dag. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum fimm málunum, ið komu í dystinum millum KÍ og NSÍ. 

(Samrøða: Mikkjal Thomassen)