Mikkjal og AIK Stockholm fingu hart tiltrongdan sigur

Tað skal tó nógv til hjá AIK Stockholm fyri at røkka gylta triðja plássinum

Mikkjal K. Thomassen og leikarar hansara í AIK Stockholm kunnu loksins fegnast um ein sigur aftur.

 

Undan dystinum á útivølli í bestu svensku fótbóltsdeildini móti Elfsborg hevði AIK í fimm teimum seinastu dystunum tapt tríggjar dystir, og leikt tveir javnar.

 

Men í dag bragdaði tað í Borås, tá tað eydnaðist AIK at vinna ein trivaligan 3-0 sigur á Elfsborg. Erik Flataker fekk AIK á sigurskós longu í 13. minutti. Seinasta korterið av dystinum økti Johan Hove til bæði 2-0 og til 3-0 við einum brotssparki.

 

AIK er fjórðfremst í deildini við 48 stigum, og við einum dysti eftir at spæla móti Halmstad á heimavølli. Tað verður komandi sunnudag klokkan 14.

 

GAIS er á gylta triðja plássinum, ið gevur atgongd til Conference League undankappingina komandi summar. GAIS hevur 51 stig á triðja plássinum, og teir hava leikt ein dyst færri enn AIK. 

 

Vinnur GAIS í dag dystin móti Öster á heimavølli á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg í dag, so hevur liðið úr Göteborg tryggjað sær fyrstu evropeisku luttøkuna í 35 ár. GAIS hevur við sigri í dag 54 stig, og tá kann AIK ikki røkka triðja plássinum.