Tá starvsfólkini í Sjónvarpi Føroya koma til arbeiðis mánadagin verður eingin Mikkjal Helmsdal at finna á stjóraskrivstovuni.
Stjórin í Sjónvarpi Føroya seinastu trý árini hevur sagt seg úr starvinum frá 1. september, og fríggjamorgunin boðaði Mentamálaráðið frá, at uppsøgnin er góðtikin.
-Tað kendist løgið, tá samanleggingin av ÚF og SvF varð kunngjørd. Síðan hava eg summað meg, og hugsa um støðuna. Niðurstøðan varð, at tað var frægast hjá mær at siga meg úr starvi. Nú avgerðin er endaliga tikin, kennist tað sum ein lætti, sigur Mikkjal Helmsdal.
1.januar er ætlanin at leggja Sjónvarp- og Útvarp Føroya saman í ein stovn. Stjórasessin í SvF frá 1. september skal útvarpsstjórin Jógvan Jespersen røkja , sum eisini hevur fingið ábyrgdina av samanløgdu stovnunum eftir 1. januar.
-Hetta verður sami leistur sum tá Tróndur Djurhuus gavst í Sjónvarpinum. Eins og tá verður Jógvan Jespersen stjóri á báðum stovnum, áðrenn hann formelt tekur við 1. januar, sigur Jógvan á Lakjuni.
Eingin meining
Í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar fríggjadagin sigur Mikkjal Helmsdal, at hann sær onga orsøk til at halda fram í stjórasessinum í SvF til 1. januar. Hann sigur seg ikki vilja standa í vegin fyri ella seinka tillagingina av fráboðaðu samanleggingini av ÚF og SvF.
- Eg meti, at tað í longdini tænir starvsfólkunum í Sjónvarpinum og tryggleikanum í dagliga arbeiði teirra best, um tann tilgongd, sum óafturvendandi er sett út í kortið, sleppur í gongd skjótast gjørligt og tann leiðsla, sum Mentamálaráðið ætlar skal taka sær av dagligu viðurskiftum hjá starvsfólkunum frameftir, sleppur til verka sum skjótast, vísir Mikkjal Helmsdal á í tíðindaskrivi.
Spurdur, hvat hann nú fer at takast, svarar fyrrverandi sjónvarpsstjórin, at fyrstu vikurnar fer hann at taka sær av løttum, áðrenn nøkur avgerð verður tikin um framtíðina