Milan vil hava Drogba

Tað er blivið alt meira sannlíkt, at Didier Drogba skiftir frá Chelsea til AC Milan. Varaforsetin í italska felagnum sigur, at Chelsea hevur givið AC Milan loyvi at tosa við Drogba. Hinvegin endar Andrei Shevchenko ikki aftur í AC Milan, sum annars hevur roynt at keypa hann heimaftur til Milano. Chelsea hevur noktað fyri, at Schevcenko kann seljast til AC Milan.