Milliardagávan, svar til Felagið Nótaskip

Kári Petersen, búskaparfrøðingur
-----
Jógvan Jespersen skrivar vegna Fe­lagið Nótaskip eina grein í viku­skiftinum um tilfeingisgjald og vinn­ingsbýti og onnur viðurskifti hjá pelagiska flotanum. Tíverri snýr greinin seg ikki nógv um teir veruligu trupulleikarnar við ver­andi skipan, og tíverri eru nógv av uppáhaldunum (pástandunum) í greinini púra skeiv.
Men áðrenn vit fara inn á uttan­umstosið, so mugu vit fyrst undir­strika og grundgeva, hvat tað snýr seg um.
1. Orsakað av stórari øking av makrelkvotuni er pelagiska veið­an síðan 2009 økt úr umleið 500 milli­ónum krónur árliga upp í 1,35 milliardir í 2013, og fer at koma upp ímóti 2 milliardum í ár.
2. Ongin eigur hækkingina í makrel­kvotununi. Landsstýrið kann selja hesi nýggju rættindi fyri marknaðarprís, um lands­stýrið ynskir hetta.
3. Varð hækkingin í makrelkvotuni seld, so kundi sølan givið einar 5-600 milliónir í landskassan. Hetta kundi givið ein skattalætta til hvønn løntakara upp á einar 2.500 kr. um mánaðin.
4. Landsins myndugleikar velja í staðin at geva nøkrum fáum fólk­um veiðirættindini fyri einki.
5. Heldur landsstýrið fram at geva veiðirættindini burtur fyri einki, so fer hækkandi makrelkvotan at føra til, at árligu yvirskotini hjá pelagisku reiðarunum veksa fleiri hundrað milliónir. Reið­ararnir fáa eina gávu. Reið­arararnir fáa eina gávu á góðar 2 milliardir komandi 4 árini. Peningavaldið hjá teimum fáu fer at gera, at teir koma at avgera øll týðandi mál, bæði vinnulig og politisk.
6. Við verandi skipan kunnu reiðararnir selja skipini (íroknað virðið av veiðirættindunum, sum teir ikki eiga) fyri einar 6-7 milliardir, og sjálvir fáa peng­arnar fyri nakað, sum er ogn Før­oya fólks.

Munurin á vinnum í kapping og vinnum við givnum einkarrættindum
Fyri at fólk skulu skilja, hví uppá­haldini hjá Jógvani Jespersen eru skeiv, má eg fyrst greiða frá, hvat munurin er á rentabiliteti og avkasti í pelagisku vinnuni samanborið við aðrar vinnur. Aðrar vinnur hava kapping. Um avkastini í øðrum vinnum eru stór, so koma fleiri inn í vinnuna inntil avkastini verða í samsvar við váðan í vinnuni.
Í fiskivinnuni er best at hava fá skip, sum fiska nógv. Tey, sum fáa rættin, hava ein einkarrætt, og sjálvt um onnur vilja sleppa inn í vinnuna, so sleppa tey ikki. Um vinnan er rætt regulerað, so gevur hon eitt ovurhonds stórt avkast. Tey, sum eru í vinnuni hava fingið ein fantastiskan framíhjárætt. Í pelagisku vinnuni í Føroyum er hesin framíhjárættur verdur fleiri hundrað milliónir krónur um árið. Tann, sum fær hendan framíhjárætt eigur at gjalda fyri hann.

Samanborið við aðrar vinnur, eru yvirskotini í pelagisku vinnuni sera stór. Við nýggju makrel­avtaluni verða yvirs­kotini astronomisk
Eg havi tikið tøl frá vælkendum fyritøkum at samanbera við tvey pelagisk skip. Eg havi tikið eina fyritøku frá byggivinnuni, tí hendan vinnan er umleið eins ótrygg sum pelagiska vinnan, og harumframt havi eg tikið A. P. Møller, tí tey flestu kenna hetta sum eina sunna og vælrikna fyritøku.
Vit síggja beinanvegin, at okk­urt er heilt øðrvísi í pelagisku vinn­uni enn tað er í øðrum vinn­um. Yvirskotini í pelagisku vinnuni eru longu nú fleiri ferðir størri enn í øðrum vinnum. Við makrelavtaluni 2014 verða yvir­skotini astronomisk.

Yvirskotini eru so stór, at egin­peningurin longu eru forrentaður við fleiri hundrað prosentum
Hvat merkja so hesi yvir­skots­tølini. Vanliga verða tveir hættir nýttir at máta, hvussu stórt yvir­skotið er. Fyrsti hátturin at máta yvirskotið uppá er egin­pen­ings­avkastið. Hetta merkir, at um tú setir eginpening í eitt felag, so vísir hetta talið, hvussu stórt prosentvís avkast tú fært av eginpeninginum. Sum tølini vísa, so hava skipini havt so stór yvirskot, at eginpeningurin longu er forrentaður fleiri 100 prosent í hesum skipunum. Í vinnum við kapping hendir hetta ikki, tí eitt slíkt yvirskot hevði ført til, at fleiri fyritøkur høvdu komið inn at roynt seg í kappingini. Eitt so stórt yvirskot kemur bert fram, tí landsstýrið gevur tilfeingið burtur til nakrar fáar fyri einki.
Niðurstøðurnar eru fýra.
1. Fyrsta er, at yvirskotini fleir­duplast frá 2009 og frameftir, tá vit taka okkum rættin til hægri makrelkvotu, og landsstýrið síðan gevur rættindini til nakrar fáar reiðarar.
2. Næsta er, at yvirskotini í pelag­isku vinnuni eru so stór, at tey geva avkast, sum er fleiri ferðir tað, sum er í øðrum vinnum.
3. Triðja niðurstøðan er, at tað er eitt stórt yvirnormalt av­kast í pelagisku vinnuni. Ein tilfeingisrenta er eitt yvir­­skot, sum er útyvir eitt van­ligt yvirskot í tí ávísu til­feingis­vinnuni, sum stavar frá einum einkarrætti at gagnnýta eitt náttúrutilfeingi.
4. Fjórða niðurstøðan er, at yvir­skotið í pelagisku vinnuni mest stavar frá, at landsstýrið gevur teimum eina dýra og nógv verda gávu, nevniliga fiskirættindi, fyri einki.

Yvirskotini eru so stór, at skipini kundu verið útgoldin eftir 4 árum.
Næsti hátturin at máta yvirskotini er at máta, hvussu nógv er avkastið upp á samlaðu íløguna í skip og upp­keypt veiðirættindi. Hetta sigur nakað um, hvussu skjótt tú kanst útgjalda íløguna í skipið og keyptu veiðirættindini. Her síggja vit, at avkastið er oman fyri 25 prosent av samlaðu iløguni. Tað ber sostatt til at gera eina íløgu í eitt skip, og útgjalda øll bankalán eftir 4-5 árum.
Úr hesum fáa vit tvær niður­støður.
1. Fyrsta niðurstøðan er, at yvir­skotini eru nógv størri enn í øðrum vinnum.
2. Onnur niðurstøðan er, at yvir­skotini eru sera stór, tí tá ein ger íløgu í skip verður vanliga mett, at tey halda í 20 ár. Í pelagisku vinnuni eru yvirskotini eru so stór, at skipini (tvs. bæði lán og eginfígging) kunnu aftur­gjaldast eftir 5-6 árum.

Yvirskotið í pelagisku vinnuni er stórt, tí tað stavar frá einari gávu
Jógvan Jespersen, sum er talsmaður fyri felagið Nótaskip sigur, at yvirskotini eru so stór í pelagisku vinnuni, tí reiðararnir í pelagisku vinnuni hava rationaliserað, og duga væl at planleggja.
Alt gott um reiðararnar. Teir, sum eg kenni, eru skilamenn. Men vilja Jógvan Jespersen og Fe­lag­ið Nótaskip veruliga hava okk­um at trúgva, at teir eru fleiri ferð­irnar dugnaligari enn øll onnur í vinnu­lívinum? Ella vilja teir vera við, at øll onnur vinnulívsfólk eru ódugnalig?
Hesin pástandurin er sjálvandi skeivur. Tað rætta er sjálvandi, at ein partur av yvirskotunum (nor­mal­yvirskotið) í pelagisku vinn­uni stavar frá dugnaligari leiðslu í pelagisku vinnuni. Men størri part­urin av vinninginum (yvir­normala yvirskotið) stavar frá, at landsstýrið útlutar stór virðir ókeypis til vinn­una.
Yvirskotið í pelagisku vinnuni er so stórt, tí landsstýrið gevur reiðarunum ein fiskirætt fyri einki, sum er fleiri hundrað milliónir verdur hvørt ár. Landsstýrið forðar øðrum at sleppa inn, og tí er hetta eitt reint monopolyvirskot.
Annars eru fleiri pástandir, sum eg ikki skilji, hvar Jógvan hevur frá:
Uppáhald 1. “Tí er avgerandi, at vit ikki økja um fiskiorkuna, sum summi mæla til.”
Svar: Eg trúgvi ikki, at nak­ar búskaparfrøðingur hevur mælt til at økja fiskiorkuna. Jógvan veit kanska at siga, hvør tann skuldsetti er.
Uppáhald 2: “Somu búskapar­frøðingar siga, at málsetningurin má vera, at tey dugnaligastu reiðaríini yvirliva. Tað er væl tað sum er hent í nótaflotanum.”
Svar: Hetta uppáhald er púra skeivt. Eingin kapping er, sum ger, at tann sum dugir best at fáa burtur úr rávøruni sleppir framat. Veiðirættindini verða givin soleiðis, at tað í besta lagi er rættiliga tilvildarligt, hvør verður útnevdur av landsstýrinum til at verða milliardingur. Í ringasta føri er tað tey, sum hava best samband til landsstýrismannin ella samgongumenn. Verandi skipan mótarbeiðir, at tað eru tey, sum duga best, ið sleppa at gagnnýta føroyska fiskatilfeingið.
Uppáhald 3: “Vinningurin, sum hevur verið eftir hjá reiðaríunum hesi árini, er allur farin til nýggjar íløgur.”
Svar: Reiðaríini í Felagnum Nóta­skip fara sambært Jógvan Jespersen væntandi at gera íløgur á 700 mió. kr. í árunum 2008-14. Tað ljóðar gott, men eg vóni, at vit øll høvdu gjørt nógvar íløgur, um vit fingu so stórar gávur frá landsstýrinum. Her er tó eisini tað at siga, at fyri at gera íløgur upp á 700 mió. kr. er vanliga ikki neyðugt at nýta meir enn umleið 175 mió. kr. í eginpeningi frá konsernmóðirfelagnum sjálv­um, svarandi til 25 prosent av íløguni. Tað hevði verið áhugavert, um Jógvan Jespersen greiddi frá, hvussu nógv feløgini hava brúkt av sínum egnu pengum fyri at gera hesar íløgurnar upp á 700 mió. kr. Í sama tíðarskeiði, 2008-14, sum feløgini fara at gera íløgur fyri umleið 175 mió. kr., fara reiðaríini við óbroyttari lóggávu at vinna sær einar 1400 mió. kr.
Annars verður sagt í greinini, at milliardin í vinningsbýti varð til 5 milliónir. Hetta er ikki rætt. Í greinini tók eg greitt fyrivarni fyri, at eg ikki hevði kannað, hvat móðirfeløgini nýttu peningin til. Sitat: “Tølini skulu takast við tí fyrivarni, at summi feløg hava eitt holdingfelag, har tey kunnu seta pengar sínar inn. Tað kunnu tískil vera gjørdar íløgur í vinnuna við hesum pengunum uttan at tað sæst á roknskapunum.”
Hetta fyrivarni stóð enntá tvær ferðir. Kortini varð hetta lagt út, sum at eg ikki dugdi at rokna. Eitt sindur unfair. Nokkso vanligt, tá onkur ikki ynskir at tosa um tað, sum tað veruliga snýr seg um.
Trupulleikin er jú ikki, at fe­løgini taka stór vinningsbýti úr pelagisku reiðarínunum. Tað sum er galið, er, at yvirskotini eru so ovurstór, tí landsstýrið gevur gávur (veiðirættindi) upp á hundraðtals milliónir árliga til nakrar fáar, sum so kunnu takast út úr pelagisku vinn­uni. Hetta hevur einki við dugna­semi at gera.
Til seinast. Jógvan Jespersen sigur, at nótaflotin er í andgletti. Persónliga trúgvi eg ikki tað er rætt fatað. Eg rokni við, at tey flestu klára at gjøgnumskoða hetta, og síggja, at teir sum tað er nakað galið við, er teir politikararnir, sum verja verandi samfelagskaðiligu fiski­vinnuskipan.