Minni avlop hjá Mærsk

Hóast danska stórfyritøkan A.P. Møller-Mærsk hevði knappar 8,5 milliardir krónur í avlopi í fyrsta ársfjórðingi, var avlopið heili 44 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør. Hinvegin vaks umsetningurin trý prosent, úr 79,1 milliardum upp í 81,3 milliardir krónur.

Tað er serliga bingjudeildin Mærsk Line, sum tyngir roknskapin. Í fyrsta ársfjórðingi hevði bingjudeildin 3,4 milliardir krónur í halli ímóti 2,5 milliardum krónum í avlopi somu mánaðir í 2011. Felagið sigur, at Mærsk Line hevði 18 prosent meiri farm í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fjør, men at farmagjaldið er lækkað 9 prosent.

42 prosent av umsetninginum hjá A.P. Møller-Mærsk stava frá Mærsk Line. Felagið hevur sett farmagjaldið upp á rutunum úr Evropa til Asia, men roknar kortini við halli, tá árið í ár skal gerast upp.