Tað eru níggju ár síðani Kvinnuhúsið í Havn fór at virka. Kvinnuhúsið hevur øll hesi árini virkað sum kreppumiðstøð hjá fólki, serliga kvinnum, sum av eini ella aðrari orsøk eru komin út, har tey ikki grynna longur. Hesi árini er stór broyting farin fram í hugburðinum á fólki, - tað kennist enn at vera eitt stórt niðurlag at viðganga, at ein og eins næstu mugu hava hjálp, men ein bati er at hóma í so máta, og fólk eru vorðin meiri opin um hesi viðurskifti.
Enn sum áður er harðskapur í parlagnum ella hjúnalagnum ein atvold til kreppuna hjá tí einstaka, sum vendir sær til Kvinnuhúsið. Í fjør komu 313 áheitanir til húsið, harav 151 vóru mál, har harðskapur var uppií. Harðskapur er bæði likamligur og sálarligur harðskapur. Árið fyri komu 387 áheitanir og tá vóru 72 av harðskapsávum. Í 1996, 1995 og 1994 vóru tølini ávikavist 434, 518 og 316, og harðskapstølini 76, 94 og 123.
Hvørja ferð fólk venda sær til Kvinnuhúsið, verður eitt hagtalsblað fylt út, har skrivað verður á, hvør orsøkin er til kreppuna hjá hesum einstaka. Sum skilst er ymiskt, hvussu nógvar áheitanir koma um hjálp, nógv verða hjálpt ígjøgnum ráðgeving, meðan onnur gista í Kvinnuhúsinum í styttri ella longri tíðarskeið.
- Orsøkirnir kunnu vera rættiliga nógvar og ymiskar til, at fólk koma í kreppu. Tað kunnu vera fíggjarligir trupulleikar, sundurlesing, hjúnaskilnaður, samverurættur, misnýtsla, ótrúskapur, blóðskemd, neyðtøka, sálarligir trupulleikar, og ymisk mentan, sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum.
Fordómar
Hetta seinasta, at ymisk mentan er atvoldin til trupulleikar, hevur vundið meiri upp á seg seinastu fáu árini.
- Vit fáa nakrar áheitanir um árið frá føroyingum, ið liva saman við fólki av øðrum etniskum uppruna, sum eru í kreppu. Hetta hevur ikki verið so nógv frammi áður, men av tí, at fleiri føroyingar fáa sær maka av øðrum uppruna, koma fleiri slíkar áheitanir. Tað er ikki altíð eydnan, og als ikki um viðkomandi ikki hevur gjørt sær greitt, hvat tað vil siga, at eitt heilt fremmant fólk kemur til Føroya, sum ikki kennir til mál og mentan, og sum ikki hevur nakað netverk her. Vit hava vitað, at grønlendskar kvinnur mangan standa illa í tí, tá ið tær koma til Føroya, um einki verður gjørt fyri at integrera tær her.
- Føroyingar eru á tremur við fordómum. Eg loyvi mær at ivast í, um nógvir føroyingar eru fegnir um, at dótturin ella sonurin finna sær ein littan maka ella ein maka av øðrum etniskum uppruna. Fólk av øðrum etniskum uppruna og sum kanska tosa vánaligt føroyskt, hava tað ikki altíð so lætt í Føroyum. Tað er sjón fyri søgn, at tey hava trupult við at finna eina íbúð til dømis.
Altíð ein útvegur
Harðskapur kann vera so nógv, men hóast harðskapur var atvoldin til helmingin av áheitanunum í fjør og at talið var meiri enn tvífalt so stórt sum árið fyri, metir leiðarin í Kvinnuhúsinum, at talan er um sama slag av harðskapi sum áður. Tey hava ikki lagt merki til, at harðskapurin er vorðin grovari.
- Nøkur dømi eru av og á um grovan harðskap, har viðkomandi noyðist til lækna. Hesi, ið eru út fyri harðskapi, vilja helst ikki til lækna, uttan tað er alneyðugt, tí tað er framvegis skomm. Og tá ið kvinnur noyðast á skaðastovu ella til lækna av hesum ávum, uppgeva tær aðra orsøk til ?óhappið?.
- Fólk eru meiri opin um hesi viðurskifti í dag enn fyri fáum árum síðani. Sum oftast kennir konan, sum verður bukað, onkran, sum hevur verið í somu støðu og sum vísir til Kvinnuhúsið. Í dag eru kvinnur greiðar yvir, at tað er ein útvegur, sigur Elin Planck.
Tað eru serliga kvinnur í aldrinum 30-50 ár, ið venda sær til Kvinnuhúsið, men eisini heilt ungar kvinnur, ið koma við smábørnum.
- Tær flestu hava funnið seg í harðskapi í nógv ár. Uttan mun til, hvørja loysn kvinnurnar, sum gista í Kvinnuhúsinum, velja, fáa tær at vita, at tær eru altíð vælkomnar aftur, men vit síggja ikki nógvar aftur. Tá ið vit síggja somu konuna aftur, hendir tað áðrenn eitt ár er farið, síðani hon gisti í húsinum. Hesar eru umleið 1-2 um árið.
Leiðarin í Kvinnuhúsinum metir, at minni enn helmingurin av kvinnunum, ið koma í húsið, fara heimaftur.
- Tær, sum gista í húsinum í eitt longri tíðarskeið, fara ikki heimaftur, men velja ein annan útveg. Onkur kemur og er í nakrar dagar, til tað allarringasta hevur lagt seg heima. Hetta er vanliga ein kona, sum hevur livað saman við einum misnýtara í áravís, - hann hevur kanska tørn, hevur gjørt eitt ella annað, so hon má ríma, men tá ið hann so verður edrúur aftur, fer hon heimaftur. Vit fáa eisini samband við konur, sum hava verið í parlagnum í fleiri ár vegna børnini. Tær síggja fyrr ella seinni, at tær hava brúkt børnini sum umbering fyri einki at hava gjørt. Børnini hava í øllum førum ikki gott av tí.
Elin Reinert Planck sigur, at tað er avgjørt tørvur á eini viðgerðarstovu, har pør við trupulleikum í parlagnum, kunnu fáa hjálp. Kvinnuhúsið hevur sum er ikki orku til at hesa uppgávuna.