Eitt brúgvalag kemur inn yvir Føroyar av suðri. Síðani streymar kaldari luft við kava- ella vátaslettingsælum inn yvir Føroyar av eystri og seinni landnyrðingi og norðri.
Í dag verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi og eystri, 13 til 18 m/s, sum makar nakað út á náttina. Tað verður yvirhøvur skýggjað, men regn av og á. Hitin um 5 stig.
Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av eystri, 13 til 18 m/s sum makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, seinni turt og kanska sólglottar. Hitin um 4 stig. Um kvøldið makar hann vindin og út á náttina verður lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og fyri tað mesta turt, men kalt, úr tveimum kuldastigum upp í fýra hitastig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi og landsynningi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina millum trý kuldastig og fýra hitastig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s, men út á dagin øtlar hann vindin av landsynningi upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Hitin fer upp í millum 4 og 8 stig. Sum frá líður skýggjað og vátaslettingur ella regn. Um kvøldið og náttina skýggjað og regn ella møguliga vátaslettingur, hvassur vindur upp í skrið av eystri og landsynningi, 15 til 20 m/s. Hitin millum 2 og 5 stig.
Hósdagin verður hvassur vindur upp í skrið av eystri, 15 til 20 m/s, sum makar niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, sum frá líður vátaslettingur og kavi. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina niður mót frostmarkinum.
Fríggjadagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum snarar í ein norðan og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum tvey kuldastig og trý hitastig.