Í dag er Allahalgannadagur, sum eisini er minningardagur teirra sjólátnu í Føroyum.
Vit minnast tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum vegna sjúku ella vanlukku.
Minningarhald eru ymsastaðni kring landið, men tað almenna minningarhaldið til minnis um føroyingar, ið eru deyðir í yrki á sjónum, varð hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn kl. 14. Tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.
Á tí almenna minningarhaldinum helt Løgmaður røðu og legði síðan ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Havn.
Gudstænastan í Dómkirkjuni klokkan 20 í kvøld fylgir tí almenna minningarhaldinum.
Í brátt farna allahalganna ári kravdi sjólívið og yrki við sjógvin eitt mannalív.
Ein maður er farin á sjónum seinasta árið:
Hergar Torbjarnarson Hansen, Leirvík, 34 ára gamal. Doyði 2. januar 2025 av vanlukku umborð á Glyvursnesi, sum lá við bryggju í Hirtshals.
– Vit lýsa djúpa samkenslu við teimum avvarðandi og lýsa Guðs frið yvir minnið um Hergar Torbjarnarson Hansen, skrivar Fólkakirkjan.
##med2##












