Sunnudagin kl. 14 varð skipað fyri minnngarhaldi og avdúking av einum minnisvarða fyri teir, sum fórust við Stella Argus fyrst júst 50 árum síðani, soleiðis sum tað varð greitt frá í Miðvikuni seinasta mikudag.
Tað var reiðaríið P/f Kimbil við Aksel Hansen stjóra, sum hevur reist hendan framúr vakra minnisvarðan, sum er gjørdur av Hans Paula Olsen. Tað vóru Kimbil saman við bygdaráðnum í Kvívík, sum skipaðu fyri avdúkingini.
Veðrið var hampuligt, og tað vóru nógv fólk til staðar. Tað vóru eisini komin avvarðandi ymsa staðni frá í landinum. Av sjóvinnufeløgunum var Føroya Reiðarafelag umboðað við formanninum. Serligan dám á minningarhaldið setti Kamarkórið hjá Kára Bæk, sum sang fleiri sangir.
Byrjað varð við, at Poul Hansen, sonur Aksel, bjóðaði øllum vælkomnum. Aftan á at sangkórið hevði sungið, varð minnisvarðin avdúkaður av børnum hjá kvívíkingum, sum vóru við Stella Argus.
Vegna tey, sum sótu eftir, talaði Jens Kannuberg, sum misti ein beiggja, hann æt Egil Jacobsen. Aftan á hann talaði bygdaráðsformaðurin í Kvívík, Boje Christensen, sum annars er versonur ein, sum fórst, nevniliga Niels Andreassen.
Síðan talaði Óli Jacobsen, og Marjun Bæk prestur endaði.
Aftaná var boðið til ein drekkamunn í Glæmunu, har tað eisini vóru nógv fólk. Sigast skal, at kvívíkingar vóru sera blíðir.
Vit fara í blaðnum í morgin at hava eina størri frásøgn við myndum frá minningarhaldinum, og tá fara vit at taka í røðurnar, sum vóru hildnar.