Minningarorð um Arni Andreasen

Hósdagin 17. januar andaðist Arni Andreasen, keypmaður úr Havn. Arni bleiv 78 ára gamal. Hann var sonur Johannes Andreasen og Hjørdis, sum var ættað úr Noregi. Barnaárini vaks Arni upp í miðbýnum, har pápin hevði handil á Ingutrøð, har sum Niels Wang seinni húsaðist.
Seinni flutti Johs. Andreasen út í Grønland, í hornahúsini við Grønlandsvegin.
Arni havi eg kent heilt frá fyrstu barnaárum, við tað at vit keyptu dagligu neyðsyndjarvørur frá Johs. Andreasen. Arni hjálpti til í handlinum, eins og Jórun, sum bleiv kona Arna. Tey fingu tríggjar synir, Jóhannes, Kári og Per. Arni fór seinni undir at selja døgurðamat í hølum við síðuna av niðri í Jákup Nolsøesgøtu. Arni var lættur av lyndi, hevði humor og ein frígerandi látur, sum kundi hoyrast. Stóri áhugi hjá Arna var klassiskur tónleikur, ein áhugi hann hevði frá pápa sínum. Seinni gjørdist Johs. Andreasen lærumeistari mín í violinspæli. Minnist eina ferð at eg kom inn í handilin, tá kemur Arni skundisliga inn og rópar á pápan um at koma upp, tá eitthvørt musikkstykki varð spælt í Útvarpinum - og Johs.Andreasen rann aftaná honum fyri at lurta. Tað var Arni sum innleiddi meg í ein stóran part av tí klassiska musikk-repertoirinum.. Hann hevði eitt sera avanserað
stereoanlegg (Tandberg), sum ikki var vanligt tá í tíðini.
Arni kom at verða ein av grundstuðlunum í tí gamla ”Tórshavnar Musikkskúla”, sum var stovnað av Erik Petersen. Hann spældi á eina Gagliano violin, sum hann lánti frá instrumentgrunninum. Arni sat so rankur við violinini í 1. violingruppuni; ein kundi síggja og hoyra at hér var ein sum hevði fingið gott í beinið við tí violintekniska. Ein av mínum stjørnustundum var, tá ið mær untist at hoyra hann spæla Romansuna av Johan Svendsen saman við Rigmor Restorff úti í heimi hennara í Hornabø. Arni trakk seg seinni úr Musikkskúla orkestrinum, við tað at hann ikki helt seg hava stundir og yvirskot vegna handilsvirksemið, sum hann hevði yvirtikið og nevndi ”Keypmaðurin úti í Grønlandi”.
- - -
Seinru árini stríddist Arni við fylgjununm eftir blóðtøppi í heilanum (apopleksi). Tað hevði rakt høgra arm og bein, bæði vøddastyrki og følievni og - ikki minnst - taluevnið. Hann hevði ilt við at úttrykkja seg, men skilti alla talu. Eisini bilti honum at lesa. Sera tarnandi brek í tí dagliga lívinum.
Arni var mín góði vinmaður.
Vil lýsa frið yvir minni hansara.
----
Jens Smith