Minningarorð um Erling Bech

Føddur 18. nov. 1934 - deyður 21. jan. 2009

Eg vil her nýta høvi at siga nøkur orð um Erling Bech, systkinabarnið, skyldmannin, sambróður og vin mín. Vit hava altíð kenst væl, við tað at vit hava verið nær í slekt.

Men tað sanna samfelagið kom fyrst aftaná at vit gjørdust brøður í Harranum og samverkamenn og komu at starvast saman í samkomuni Sion í Vági.


Fyrst av øllum má nevnast títt trúfesti í tænastuni, í samkomuni og tann fríska vitnisburð tú legði eftir teg, sum vit øll minnast teg fyri við gleði. Og eisini úti millum fólkið, mangan kaffistundirnar bóru brá av møtidámi, tá ið Erling Bech var til staðar við sínum sprudlandi glaða vitnisburði um Jesus, tann Jesus sum tú altíð elskaði at gera stóran millum manna, sum altíð lá fremst á tungu tíni at hevja upp og livandigera.


Men tín rødd er tagnað, men mín bøn er, at Harrin skal reisa slíkar lærusveinar upp, ið kunnu kunngera stórverk Hansara úti millum fólkið.


Eg havi hug at siga frá nøkrum brotum úr tí síðstu samrøðuni, eg hevði við Erling Bech.

Undirritaði saman við systursoninum Jhs. Nillsen fóru suður við Smyrli til at vitja Erling við tað at vit frættu, at bróðurin lá lágt og ein ikki visti hvussu langa tíð hann hevði eftir at liva,

Men tá ið vit komu fram tíðliga á kvøldi á Tvøroyrar Sjúkrahús og fingu loyvi at fara inn á stovuna har hann lá, vísti tað seg, sum um at har var einki samband. Hann lá í óviti, og tað sýntist fyri okkum báðar, at hann var langt burtur, sum ofta verður nevnt hinumegin.


Alt sýnist at tala fyri tí, at vit vóru komnir ov seint, men tann heilagi, ið kennir Harran er ongantíð ráðaleysur, og vit kendu okkum báðar leiddar at biðja, at hendan støðan skuldi broytast, so vit kundu fáa samband við Erling aftur. Tá vit høvdu biðið, fóru stillisliga av sjúkrahúsinum og suður til Vágs, har vit skuldu gista um náttina. Vit ótu ein nátturðabita og gjørdu av at fara beinanvegin norðuraftur á sjúkrahúsið at vita um støðan var broytt. Og tað var hon so sanniliga, vit høvdu fingið bønarsvar, tí Erling hevði fult skil og brosandi hevði hann nógv at siga frá, og av tí at hann hevði havt fleiri blóðtøppar ella heilsabløðingar, var alt hann greiddi frá ikki líka greitt, men tað sum vit serliga heftu okkum við var hetta: Hann segði frá, at kann var komin í Himmalin og hann sá klæðini hanga á einum ávísum stað, og hann nevndi tey fyri kappan, men so segði hann fleiri ferðir, at hann mótmælti. So spurdi eg Erling, er tað nakað ið ein kann mótmæla, tá ið ein er komin í Himmalin. Og svaraði hann: Eg segði: Eri eri komin ov skjótt til Himmalin, eg eri ikki liðugur at vitna um Jesus. Nevnast kann eisini, at tá ið eg bað um umbering um at eg ikki var komin fyrr at vitja hann, svaraði hann: Nei, tað ger einki, tí eg síggi teg/tykkum alla tíðina.


Fyri at venda aftur til klæðini, ið hann sá hanga har. Vit kunnu ímynda okkum tað soleiðis. Títt mótmæli og tín umbøn at kunna koma aftur til lívið fyri at vitna meir um Jesus var ikki gingin tær á møti, tí arbeiðsdagur tín var at enda komin, og tú mátti heingja arbeiðsklæðini við himmalsportrið og fara inn og verða ílatin dýrdarkappan, sum tú sá hanga har, til reiðar til tín at lata teg í.


Eisini kann verða nevndt, at Opinberingin umtalar tey síðstu hvítu klæðini fleiri ferðir. Undirritaði takkar Gudi fyri tíðini, vit báðir fingu náði at ganga saman til Guds hús. Og fyri alt tað, ið vit høvdu saman, skuldi tað verið niðurskrivað, ja so hevði tilfarið verið rúgvusmikið, men alt er goymt í hjartað inni, og einki í bókum skrivað.


Góða Jessy; Harrin Gud alra troysar, troysti teg og tíni, Jón við fam. Ellis við fam. Sigmund við fam. Og systrarnar Børga og Sigrid við fam. Eisini takki eg Jesusi fyri tað fyrimundarliga lív, sum Erling og tú hava livað í Kristusi og heim tykkara, sum altíð hevur staðið opið, og har altíð orð Kristusar hevur búð ríkliga.


Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minni um Erling Bech.


David Bech