13. januar í ár hevði Frank kunnað hildið sín 60 ára føðingardag, men soleiðis skuldi ikki verða. Hervilig sjúka, ið skjótt fekk yvirtakið, rakti hann, og lívið fjaraði spakuliga burtur. Frank andaðist 57 ára gamal tann 20. oktober 2007.
Frank vaks upp í Sandavági, var sonur Elias og Helgu Dam og elstur av trimum systkjum. Hann fór sum ungur til sjós og sigldi í nógv ár sum maskinmeistari, og eitt sum eyðkendi hann, vóru hansara góðu hendur til hetta arbeiði. Evnini á hesum økinum komu eisini til sjóndar, tá hann seinni keypti sær bát og gjørdist útróðrarmaður. Báturin, hann keypti, var í ringum standi, men tá Frank var liðugur at umvæla, var hann sum nýggjur. Frank arbeiddi eisini á landi, m.a. var hann í fleiri ár hjá J.K. Joensen & soni.
Á yngri árum var Frank ítróttarmaður. Hann róði kapp, spældi fótbólt og var ein framúr góður hondbóltsmálverji.
Frank giftist Jónu úr Miðvági, og bygdu tey sær hús í Miðhjøllum í Sandavági. Frank og Jóna fingu 4 børn - Tórdis, Oddmar, Helgu og Eyðstein.
Saknurin eftir Frank er stórur, og torført er at fylla út tómrúmið eftir hann. Serliga minnast vit Frank fyri hansara hjálpsemi og ikki minst hansara skemtiligu viðmerkingar.
Friður verið við minninum um Frank.
Systkini Elly og Martin