Tað besta honum dámdi, var at hava nógv fólk rundan um seg. Og inni hjá Ketty og Gunnarba var man altíð vælkomin. Har hevur man mangan sitið gott. At fortelja søgur var eingin sum hann. Man fór altíð út aftur við eium smíli. Og so segði man við seg sjálvan »Gunnarba er góður« ella handan var góð, sum hann fortaldi. Hjartagóður var hann altíð.
Aftan fyri einum góðu manni stendur ein góð kona. Ja Ketty, tú var honum ein góð kona. Vit vóru mangan har suðuri hjá tykkum og ferðaðust. Stuttligt var mangan at koma til Ketty og Gunnarba, har føldi man seg sum heima.
Gunnarba og Ketty eiga fýra børn og 6 ommu- og abbabørn. Saknurin er stórur hjá tykkum, men tit kunnu gleðast um at hava átt ein so góðan pápa, abba og mann. Gunnarba hevði trý systkin, Jóannes, Gudný og Minny. Saknurin er eisini stórur hjá teimum. Helst Jóannes sum býr á Tvøroyri, sum hann vitjaði hvønn dag. Hann var so góður við alla sína familju.
Góði Gunnarba, einaferð skulu vit øll hittast. Summi fara fyrr og onnur fara eftir. Soleiðis er lívið á foldum. Tað er ikki altíð lætt, men við einum løttum sinni sum Gunnarba hevði, so skal tað nokk ganga hjá okkum øllum.
Friður verið við minninum um systurson mín Gunnarba.
Johannis Hansen v/ fam.