Rann seg inn í Jesu favn
Tað vóru tung tíðindi, sum frættust týsmorgunin 25. juni, at Harry var funnin deyður á gøtuni um Toftavatn. Ikki tí, Harry var nærum 75 ár, og harvið ikki nakar unglingi, men fysiskt og mentalt var hann, sum ein unglingi. At hasin rennitúrurin skuldi vera hansara síðsti, var tað neyvan nakar, sum grunaði. Flestu fólk roknaðu við, at hann fór helst at gerast heilt gamal, við tí lívihátti hann livdi. Eisini tí hann vildi liva, livdi í núinum, nýtti hvørja løtu, var jaligur, fryntligur og góðhýraður av lyndi, sum fáur.
Hann var ikki stórur í vavi, men við sínum fryntliga og lætta sinnalagið, altíð við tí góða orðinum, fylti hann nógv upp, har hann var.
Men enn einaferð sannast bíbliuorðið hjá Jesaja 55,8:
“Tí at hugsanir mínar eru ikki hugsanir tykkara og vegir tykkara ikki vegir mínir, sigur Harrin“ Avmáldu dagarnir vóru uppi, tíðin úti og lívið liðugt.
Harry var føddur á Toftum í 1938 og var yngstur av 9 systkjum. Mammuna misti hann longu, sum 14 ára gamal, og var tað ein dyggur smeitur fyri hann.
Harry var sjómaður í mong ár, áðrenn hann fór at læra til rørleggjara. Eftir tað var hann maskinmaður á flakavirkinum Nyki á Toftum, húsavørður í Tofta skúla og hevði svimjuhylin í skúlanum undir hond, saman við Emmu líka til síðstu jól.
Harry og Emma blivu tíðliga góð. Emma og verforeldrini, og serliga vermóðirin, fingu stóran týdning fyri Harry.
Hóast sorg og sakn, nú Harry so brádliga doyði, segði Emma, brosandi og í takksemi:
“Eg var bara 13 ár og Harrry var bara 15 ár tá vit blivu væl. Vit tóku ring uppá tá eg var 16 og giftust tá eg var 18 og Harry var 20 ár. Vit hava kenst og veri góð í yvir 60 ár. Lívið hevur verið fantastiskt!”
Harry og Emma bygdu sær hús á Toftum. Tey fingu 4 børn. Tríggjar dreingir og eina gentu. Gentan livdi bara í nakrar mánaðir og mittasti sonurin Vensil doyði í bestu árum í 2006.
Harry elskaði sína familju, var stoltur og takksamur fyri hana og tosaði ofta um tey. Abbadøturnar fyltu sera nógv. Tær vóru til stóra gleði fyri hann og hann fyri tær.
Harry er vorðin landskendur fyri sína renning. Hann var ein ímynd av frælsum ídrótti, og serliga sum rennari. Mangir eru teir unglingar, sum ikki megnaðu at renna Harry av, hóast hann bæði kundi verið pápi og abbi teirra.
Í sínum barnaheimið, og serliga frá mammuni, fekk Harry tíðliga at hoyra um Jesus. Boðskapurin fekk stóran týdning fyri hann. Sum vaksin maður møtti Jesus honum, á ein serligan hátt, í missiónshúsinum í Rituvík. Vit eru mong, sum hava hoyrt Harry siga frá, tá hann var frelstur og fekk trúðarvissu og gleði í hjartað. Harry var, eftir tað, eitt livandi vitni um Jesus, í orði og verkið, heima vi hús, á arbeiðsplássunum, í missiónshúsinum, á rennibreytini og hvar hann annars var.
Hann var ein “rennandi lærusveinur”, sum eisini rann út um landið við boðskapinum um Jesus. Tað gjørdi hann, millum annað við, at syngja í Tofta streingjakórið í mong ár. Eisini vitnaði og talaði hann á møtum á Toftum og út um landið.
Í nøkur ár sat hann í stýrinum fyri missiónshúsið.
Vit eru mong, sum við gleði, undran og takksemi minnast Harry og takka Gudi fyri hann. Orðið frá Hebrearabravinum 13,7 sigur tað soleiðis:
– Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava tala Guds orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgi so trúgv teirra eftir!-
– Takk Harry, fyri alt tú vart fyri okkum – eisini í missiónshúsinum. Tað síðsta praktiska tú gjørdi í missiónshúsinum var at forbinda ein radiator, sum nú hitar.
Tú hitaði og lýsti upp har tú vart. Síðsti vitnisburður tín í missiónshúsinum var leygarkvøldið 22. juni, tá tú saman við “Undirhúskórinum” millum annað sang:
“Allan vegin hann(Jesus) meg leiðir, kann eg ynskja meir enn tað!”
Tú doyði - mitt í lívinum, í lívsgleðini, í undranini, í takkseminum fyri lívið, í renniklaðunum og ikki minst - í trúnni á Jesus. Tú ranst teg bókstavuliga inn í Jesu favn. Nú ert tú burturi úr likaminum, heima hjá Harranum!-
Gud signi og styrki teg Emma, Absalon, Hans og familjur tykkara.
Æra verið minni um Harry Hansen.
-----
Torleif Johannesen