Minningarorð um Herluf Hermansen

Tað er við sorg og sakni at vit í bólkinum Deiggj skulu festa á blað nakrar linjur um okkara kæra trummuspælara og góða vin Herluf Hermansen, sum andaðist á Landssjúkrahúsinum, sunnudagin 5. apríl í ár, einans 42 ára gamal.

Vit gjørdist ikki sørt skelkaðir tá ið Emil, bróður Herluf, ringdi til ein av okkum mánamorgun og segði, at nú var Herluf farin. Hann fór burtur úr okkara verð uttan pínu, sitandi hjá sær tað besta hann átti, nevniliga Emil bróður og foreldrini Bjarka og Emmi.


Okkara trummusláari, Herluf, gjørdist brádliga sjúkur í juni 2007, beint áðrenn Jóansøkufestivalin, har hann og vit í Deiggj skuldu spæla saman við okkara stóru fyrimynd, John Lawton úr Uriah Heep. Vit høvdu vant eitt programm í fleiri mánaðir, sum vit skuldu framføra saman við John Lawton á Jóansøku á Tvøroyri. Herluf gleddi seg sera nógv til hesa konsertina og livdi við lív og sál inn í trummuspæli í teimum løgunum, sum vit skuldu spæla.


Einans 10 dagar áðrenn framførsluna fingu vit boðini um at Herluf varð vorðin álvarsliga sjúkur og hevði ongan møguleika fyri at vera við okkum á Jóansøku. Herluf vildi at vit beinanvegin funnu ein avloysara, tí hann vildi bólkinum og tiltakinum tað besta, og hann ætlaði sær at koma við eina aðru ferð. Vit fingu í skundi Brandur at venja við okkum. John Lawton og konan Iris komu til Føroya. Vit vandu saman við Lawton. Herluf , sum var illa fyri kom oman við Emil í venjingarhølið at heilsa upp á tey bæði. John Lawton segði við hann, at man altíð møtist minst tvær ferðir í lívinum og at tað heilt sikkurt fór at koma ein annar møguleiki seinni.


Herluf kom fyrstu ferð upp í bólkin Deiggj í 1990 og spældi við í eini tvey ár. M.a. var hann við til at spæla inn lagið ”Tillukku” á Amnesty Tónum. Seinni fór hann niður á tónlistaháskúla og spældi við fleiri donskum tónleikabólkum. Herluf var ein sera dugnaligur trummusláari og dugdi nøkur ting, sum vóru hansara egni stílur. Hann var sera musikalskur og hevði sera gott oyra fyri taktum og sløgum. Hetta vísti hann seinni, tá ið hann saman við bróður sínum setti á stovn legendariska bólkin ”Present Past”, sum hevur útgivið eina teimum mest orginalu føroysku útgávunum í hálvfemsunum. Eisini spældi hann við øðrum bólkum. Tíverri góvust Present Past alt ov tíðliga, og Herluf spældi lítið av trummum í nøkur ár. Í 2003 fór okkara táverandi trummuleikari Dánjal Jákup til Danmarkar, og vit manglaðu ein góðan trummusláara til okkara sjeytiára rokktónleik sum er blandaður við eitt sindur av folk og pop tónleiki. Vit gjørdust skjótt samdir um at royna at fáa Herluf upp í aftur bólkin. Vit ringdu heim til Herluf, men mamman segði, at Herluf var í USA og fór koma aftur um nakrar vikur. Hon skuldi siga tað við hann, at vit høvdu ringt. Herluf kom heim og var skjótt ein sera týdningarmikil limur í bólkinum og passaði perfekt til okkara stíl.


Herluf hevði sum smádrongur dyrkað ”Søren Berlev” úr Gasolin, og hetta fekk okkum at grava fram nøkur av teimum gomlu Gasolin løgunum. Vit gjørdu av at gera eitt sokallað ”Gasolin Jam” á fyrsta Jóansøkufestivalinum í 2005. Hetta var akkurát nakað fyri Herluf. Nú slapp bæði hann og fleiri av okkum at liva út okkara Gasolin dreymar 100%. Tað rokkaði totalt á Jóansøku hetta árið. Nógv av hesum løgunum hava vit seinni brúkt til ymiskar dansi- og konsertframførslur seinnu árini. Vit vóru eisini og spældu á Jelling Festivalinum í 2004 og til eina veitslu í Norðurtýsklandi, har kravið frá fyrireikarunum var minst 10 løg av Gasolin. Jú, vit hava havt tað sera stuttligt og hava hugna okkum saman við Herlufi, og onkuntíð var Emil eisini við sum teknikari.


Einaferð vit skuldu hátíðarhalda 25 ára stovningardagin hjá Deiggj (september 2006) bleiv Herluf ov seinur umborð á Smyril. Vit hildu, at nú var alt oyðiligt, og allir vóru irriteraðir inn á Herluf, sum ikki slapp suður. Herluf ringdi suður seint leygarkvøld og segði ”eg eri ov seinur, men hvørjir møguleikar havi eg fyri at sleppa suður”. Vit vistu ikki eingi ráð og skeldaðust bara um hetta. Herluf segði ”latið okkum heldur finna nakrar loysnir enn at brúka tíðina upp á at skeldast”. Tveir tímar seinni lendi tyrlan hjá Atlantsflog í Froðba. Út steig Herluf, hann hevði leigað sær tyrluna suður. Sådan! Allir vóru glaðir, og kvøldið var eitt tað besta nakrantíð. Soleiðis var Herluf. Alt bar til, og pengar høvdu ongan týdning. Hann plagdi at siga ”pengar koma og fara og eg eri rock´n roll.”


Sum sagt so gjørdist Herluf sjúkur í 2007, men hann ætlaði sær at gerast frískur aftur. Hann vildi gera alt fyri at gerast frískur. Hann fór til Danmarkar at fáa heilsubót. Búði hjá mostur síni í meira enn eitt ár. Eisini hevði hann eitt systkinnabarn, sum plagdi at koyra hann inn á Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar. Herluf stríddust við góðum stuðli frá familjuni í meira enn eitt ár. Foreldrini vóru nógv niðri hjá Herlufi og bakkaðu hann upp. Tað má hava verið ein fantastiskur hiti, hann hevur kent frá hondum sum ongantíð sleptu, tí tað er í neyðini tú vinur kennir. Vit høvdu allatíðina samband við Herluf, og hann visti, at trummustólurin stóð har til hann var klárur aftur.


Vit vóru bodnir at koma at spæla til heepvention í Granada í Suðurspanien. M.a. skuldu vit spæla saman við John Lawton. Har fór eisini at koma uppruna trummuleikarin í Uriah Heep, Lee Kerslake, og eisini sangskrivarin Ken Hensley og gamli bassleikarin Paul Newton. Harumframt fóru heepfjepparar úr øllum norðurlondum at koma umframt gestir úr nógvum øðrum londum. Herluf ynskti og droymdi at koma við. Kaj Johannesen, sum hevði avloyst Herluf nakrar ferðir, var eisini við uppá at koma við, soleiðis at Herluf kundi kenna seg meira tryggan um okkurt gekk galið. Stutt áðrenn vit skuldu fara avstað, í september 2008, segði Herluf, at nú hevði hann fingið at vita frá læknunum í Danmark, at hann bara kundi fara avstað, tí hann skuldi ikki hava nakrar viðgerð ta tíðina. Glaður var Herluf, og glaðir vóru vit. Jú nú fekk hann so tann møguleikan, sum John Lawton hevði tosað um hina ferðina beint áðrenn Jóansøku. Vit vistu at Herluf fór at klára at spæla, eisini tí at vit høvdu spælt til eitt brúdleyp í august sama árið. Umframt hetta fór hann í summarhúsið hjá foreldrunum á venjingarlegu við elektroniska trummusettinum, og løgunum hann skuldi duga.


Vit komu til Granada umvegis Barcelona og fingu ein ógloymandi túr. Herluf spældi væl og alt gekk gott. Hann spældi eisini í øðrum orkestursamansetingum og sat leingi eitt kvøldið og prátaði við eina sínum stóru fyrimyndum Lee Kerslake úr Uiah Heep.Eisini prátaði hann nógv við allar hinar Heepararnar, umframt at hann kom í samband við eina rúgvu av fjepparum. Sigast skal, at Herluf hevði tann eginleikan at duga væl at koma í samband við fólk. Hann dugdi perfekt enskt og kundi fortelja krønikur og søgur á enskum. Aftaná at Herluf andaðist hevur hann fingið ein hóp av heilsanum á heimasíðuni hjá Heepvention08 og eisini á Youtube.


Herluf keypti sær í juni, ella 3 mánaðir áðrenn vit fóru til Spanien, eitt elektroniskt trummusett og fór at leggja eina rúgvu av innspælingum á netið. Hann fekk sera skjótt eina rúgvu av vinum á Youtube, og nógvir trummsláarar hava havt hann sum fyrimynd. Hansara góða spæl og fyrikomandi lyndi hevur ført til at hann hevur fingið so óvanliga nógvar heilsanir á alnótini. Kanska var hann ikki so øgiliga kendur av navnið í Føroyum, men um hann vildi, kundi hann saktans gjørt trummuspælið til sítt livibreyð. Kanska hevur hann hugsað "eg havi góða tíð". Men brádliga so er tíðin næstan farin, og brádliga gerst ein varugir við, hvussu ofta ein spillir tíðina burtur, ístaðin fyri at brúka talentini ein hevur fingið. Herluf náddi tað, og úrslitið er at síggja á Youtube. Ein fyrimynd fyri allar seriøsar trummusláarar og menniskju sum vilja geva øðrum nakað av tí góða tey hava. Á Youtube kallast hann ”Herl Pearl”

Tað er nógv gott at minnast um Herluf, men ein tann mest rørandi løtan saman við Herlufi var altíð tá ið hann og bróðurin Emil vóru saman. Teir vóru allar bestu vinir. 7 ár vóru ímillum teir báðar, men alíkavæl vóru teir sum javnaldrar og sera góðir við hvønn annan. Teir sungu saman so hjartaliga. Annar spældi guitar og hin trummur, og tað riggaði ”skide gott”, sum Herluf plagdi at siga. Seinni, tá ið Emil fekk sær eina unnustu, fekk Herluf eina enn størri familju sum hann var góður við. Foreldrini hava stuðla teimum báðum, og tað man verða sjáldan, at man møtir einari mammu í sjeytiárunum, sum spyr hvørjir sangir vit hava vant, og hvussu tað gekk at spæla eitt nú hasi løgini hjá Gasolin. Jú, Herluf hevði eina góða familju, sum elskaðu hann og bakkaðu hann upp.


Seinastu ferð okur spældu varð á Seglloftinum 3. jólakvøld. Tað var sum altíð hugnaligt at vera saman og Herluf spældi væl alla náttina.


Okur í Deiggj fara altíð at minnast Herluf, og hann fer at altíð vera ein partur av ogum.

Om lidt bli’r her stille

Om lidt er det forbi

Fik du set det du ville

Fik du hört din melodi

Om lidt, om lidt

Er vi borte

Vi ses måske igen

(Kim Larsen)


Hvíl í friði kæri vinur. Má Harrin styrkja tykkum sum eftir sita.



Heilsan


Deiggj