Minningarorð um Kára Johannesen

At vera føddur hevur tíð sína, og at doyggja hevur tíð sína, lesa vit í Prædikaranum 3. kap. Harímillum er eisini eitt foldarlív, sum eisini hevur tíð sína.

 

At vera føddur hevur tíð sína, og at doyggja hevur tíð sína, lesa vit í Prædikaranum 3. kap. Harímillum er eisini eitt foldarlív, sum eisini hevur tíð sína. Henda tíð kann vera misjavnt lutað ímillum okkum menniskju. Í Sálmi 139 ørindi 16 stendur, " Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir uppskrivaðir, dagarnir ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin." Dagarnir, ið vóru uppskrivaðir og ásettir til Kára at liva á foldum, vóru taldir, og komnir at enda nú hann legði árarnar inn fyri seinastu ferð, bert 52 ára gamal.

Kári var føddur 23.07. 49. Foreldrini Lina og Viggo fingu trý børn, Thorben er elstur, so kom Kári, og yngst er systurin Marna. Harumframt vóru eisini tvær eldri kvinnur í húsinum, Hanna og Rakul á Mørkini, sum Lina og Viggo høvdu tikið til sín at passa og vóru tær har, inntil tær doyðu.

Barnaheimið var fyrimyndarligt, og Gudsótti varð settur í hásæti. Trúliga varð gingið í kirkju og á møti í missiónshúsinum Thabor. Lina hevði eitt serligt hjartalag, var lítillátin, men ein sera vitug kvinna. Hon hevði sunnudagsskúla í Thabor, so leingi hon orkaði. Hetta arvaði Kári og hevði eisini sunnudagsskúla, tó ikki á sama stað, í nærum 25 ár, og líka til nú hann fór hiðani.

Kára havi eg kent alt mítt lív og meginpartin av hansara, hann var bert nøkur fá ár eldri enn eg, og hann giftist systur míni Lilliuni. Kári hevði longu sum smádrongur sera góð evni bæði til eitt og annað. Hann var fittur í hondunum, dugdi væl at finna uppá, og hann tókst altíð við okkurt spennandi. Fyri okkum var hann tað stóra idolið, og altíð kappaðust vit um at sleppa at vera uppií tí, hann fekst við.

Tað kundi vera at stima við maskinbátinum "Hæddini" ella motorbátinum "Helenu". Vit vóru altíð tryggir, tá vit vóru saman við honum, tí hann var so róligur og ábyrgdarfullur.Vit minnast eisini, hvussu hann blaðungur skrúvaði motorar, tók sundur og setti saman og fekk alt at rigga.

Tá Kári og Lillian giftust í 1973, Lillian er einasta systir okkara, og fluttu út á Leiti at búgva, skal eg viðganga, at tað kendist, sum um okkurt bleiv tikið frá mær. Men eg kom skjótt at ásanna tað, at hava fingið Kára í familjuna var ein góður fongur, og eri eg sera takksamur fyri alt, hann hevur verið fyri meg og alla okkara familju.

Tá ið Kári og eg í 1970 fóru við "Ólavi Halga", minnist eg, at tað var sum um hann føldi seg at hava eitt sindur av ábyrgd av mær. Hóast eg tá hevði siglt líka nógv sum hann, so var hann góður við meg, og hevði altíð umsorgan fyri mær. Síðani tá havi eg hildið, at hann hevur verið serliga góður við meg og hevur hjálpt mær við so nógvum, men kanska er tað bara gitingar, tí hann var so hjálpsamur og góður við øll. Um vit komu inn til teirra, tá ið tey høvdu gestir, tað kundi vera bæði úr Føroyum og útlondum, so var Kári tann sami, altíð skjótur at taka sær av okkum eisini, bjóðaði okkum eisini til borðs og var glaður fyri at presentera familjuna fyri gestunum og siga, hvat vit tókust við.

Kári var sannur barnavinur, hann elskaði at spæla og geva sær tíð til børnini. Vit minnast við gleði á 1. jólakvøld um jólatræið, ella táið hann kom í føðingardag, og børn kundu sita og spæla við eitthvørt, t.d. spøl og leikur, so var hann beinanvegin við, og fekk hann eitthvørt leikutoy upp í hendurnar, sum ikki virkaði sum tað skuldi, ja so var sloppið. So pilkaði og skrúvaði hann, til tað var í ordan aftur. Hann metti øll líka, gjørdi ikki mun á um tað var eitt lítið barn, ið spurdi um eitthvørt, ella tað snúi seg um trupult maskinbrek um borð á onkrum skipi.

Eisini hevði hann so stóra umsorgan fyri øðrum, hjálpti so mangan uttan hóvasták, og í tí stilla. Í samkomuni Siloa verður hann saknaður, serliga á praktiska økinum var hann framúr, tók ikki tær minstu byrðarnar á seg, men stílaði altíð høgt, eingin uppgáva var ov stór fyri hann, hugsi um, tá ið salurin var bygdur, og hann tók á seg at gera trappurnar inni.

Kári var ikki væl skorin fyri tungubandið, hann stamaði, men darvaði hetta hann ikki. Hann dugdi sera væl at koma á tal við fólk, og tó at hann ikki var nakar talari, so skammaðist hann ikki við at hava eina bøn ella eitt lítið orð um sín Harra og Frelsara.

Heimligu karmarnar skapti hann góðar, tað hevði so stóran týdning fyri hann, at hansara kæru høvdu tað gott, og hann vísti umsorgan og gav tann tryggleika, sum teimum tørvaðu.

Arbeiðið fari eg ikki at skriva um, teir varðar sum standa eftir hann, bæði á Kambsdali og norðuri á Eiði, tala fyri seg. Men eg hugsi um tykkum, allar hansara arbeiðsfelagar, sum stóðu Kára við lið í hansara lívsverki, og serliga Jón og Ólavur, sum hava ábyrgdina av arbeiðinum. Mín bøn er, at Harrin framvegis skal signa arbeiðsplássið og hjálpa tykkum í komandi tíð, nú boð so brádliga vóru eftir tykkara arbeiðsgevara.

Góðu Lillian, Sólvá og Klæmint, Viggo og Maria og lítli Bergur, saknurin er svárur, tómrúmið er stórt eftir Kára, tín elskaða mann, tykkara kæra pápa og verðpápa, sum fylti so nógv. Orð eru so fátøk verður ofta sagt, og kann tað vera satt; og tó, tey orð, sum hava verið søgd við tykkum um Kára, veit eg eru til stóra troyst. Og allar tær bønir, ið eru farnar upp til okkara Harra og Frelsara fyri tykkum, eru hoyrdar og koma at geva tykkum mót og styrki at koma víðari í hesum tungu døgum. Má Harrin styrkja og troysta tykkum øll.

Ærað verið minnið um mín kæra svág Kára.


Kristian í Lambanum