Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær,
Harrin hann er vinur tín hin besti, hansar eyga allar vandar sær.
Um tú snávar, miss ei fótafestið, minst bert til, at Gud er altíð nær.
Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, allir ljósir einglar fylgja tær.
Mínir tankar leita fyrst til tykkum trý; góða Vigdis, Curt & Una! Ja, orð er fátøk og lítið sigandi í tykkara stóru sorg, og fyri vist kann eg siga at vit eru nógv, ið syrgja við tykkum. Ongnatíð verður feigdardagurin hin 27 oktobur 2005 gloymdur, tá boð vóru eftir tykkara einkarsoni og elskaða beiggja MAGNA.
So eru mínir tankar hjá tær góði Magni. Eg síggi fyri mær ein ungling í besta blóma. Hoyri tína rødd, sum hon ljóðaði bara 14 dagar áðrenn, tá lítlasystur hevði føðingardag. Hon var sum altíð úti, og tú prátaði við meg meðan mamma gjørdi seg lidna við tað, sum hon var í fer við. Sum altíð fittu, og hugaligur at lurta eftir tí sum eg hevði uppá hjarta. Tú vildi eisini fegin práta, um hvat planir tú sjálvur hevði. At tað skuldi vera síðsta samrøða okkara millum, tað vardi meg ikki, men eitt skulu mamma, pápi og systur tín vita. Eg eigi bara nógv góð minnir um teg góði.
Tey kann ongin takað frá o,kkum og tey verða goymd í hjartanum og ikki gloymd. Tey eru nógv verd í hesum sváru tíðum góði, og tey kunnu bara gera tað lættari at hugsa um teg. Tú hevur og fer altíð at hava títt fasta pláss í mínum hjarta.
Til tín góða Vigdis; til Curt og Unu; eitt skulu tit vita, og tað er at Magni helt nógv av tykkum. Hann var errin av sínum foreldrum og glaður fyri sína systur. Eg biði til, at Jesus pápi má geva tykkum styrki og troyst til at koma víðari við tí tungu byrðu tit hava fingið at bera. Eg trúgvi at teir spurningar vit hava, teir fáa vit svar uppá tá tann tíðin kemur. Tá fer Magni at siga fyri okkum øllum, hví hann so skjótt mátti fara frá okkum. Tað verður tann dagin tá vit øll samlast aftur. Ærað verður minni um teg góði, og hvíl í friði.
Arnhild gumman.
Sov blítt og søtt, og droym um sól, sum lýsir yvir garð
Gud Faðir, hann í himli er, skal ansað eftir tær.