Minningarorð yvir son og beigga okkara Jóan Karl Høgnesen

Fríggjadagin hin 15. november 2013 andaðist bróðir okkara, Jóan Karl Høgnesen, bert 59 ára gamal. Jóan Karl búði tey seinastu 20 árini í suður Onglandi, Newport, saman við konu síni Mariu, sum hann var giftur við í 18 ár. Av og á kom hann heim at vitja okkum, og serliga var tað mammu okkara, ið hann vildi síggja. Hann ringdi al­tíð til hennara 2 ferðir um vik­una og búði hjá henni, tá hann var her á klettinum. Jóan Karl var næstelstur av okkum 5 syskjum, og elstur av beiggjunum. Jóan Karl átti ein son , sum eitur Ingi.
Øll síni bestu ár var hann sjómaður, hann byrjaði við Stellu Karinu, tá hon kom í 1969, og seinni sigldi hann nøk­­ur ár við skipinum hjá Sam­­­vinnufelganum ”Norð­ald­­­uni,” og við skipinum ”Kvikk” hjá Joensen og Olsen. Eina tíð róði hann út við Havs­­brún, sum Olgar Andrea­sen førdi, og onkrum øðrum báti eisini.
Í 1980 tók hann skipara­prógv, og fór út at sigla sum stýrimaður í farmasigling, Tað bleiv hansara lívsstarv. Hann sigldi eina tíð við før­oyskum farmaskipi sum stýri­maður, og seinni eisini fleiri ár við donskum og ensk­um farmaskipum, bæði sum stýrimaður og eisini sum skipari. Hann var stýri­maður hjá mær í 1986-1987, vit sigldu í timecharter á Miðjaðarhavinum, hann var sera nærlagdur og trygg­ur á brúnni bæði við navi­ger­ingini, sjó­mann­skapi og serstakliga í sam­skifti á enskum máli. Skemt­ingar­samur var hann sum fáur, á sín egna hátt, og mangan sótu vit í skellilátri, tá hann greiddi frá onkrari stutt­ligari hending, ið honum hevði verið fyri. Hann var ein snillingur til at fáa eina keði­­liga søgu stuttliga, sam­stundis kundi hann sita leingi álvarsligur og grunda um dagsins viðurskiftir. Ong­an­tíð, nei, aldrin elvdi hann til klandur, har hann var, og vóru fólk ikki einig í onkrum sjónarmiðum, sum tosað varð um, valdi hann altíð at vera neutralur, og ikki taka part í nøkrum, men sat bert og lurtaði til tosið var liðugt, fyri síðan at venda aftur til skemtunar. Hann elskaði at undirhalda familjuni, og tað dugdi hann eisini sera væl.
Hann kom heim at vitja síðst í juli mánaða fyri sein­astu ferð. Týðiliga sá man á hon­­um, at hann var blivin veikur, og at kreftirnar gingu undan. Hann fekk staðfest krabba fyri nøkrum árum síð­­ani, og so líðandi mergseyg henda herviliga sjúkan alla megi úr likami hansara, eins og hendan sjúkan hevur gjørt við so nógv onnur, at hann til endans ikki kláraði meir og andaðist tá hospitalinum í Newport 15. november 2013.
Við hesum fáu orðum vilja vit lýsa frið yvir okkara elsk­aða son og beigga.

Nú Gamla árskvøldið nærkast, og farið brátt er árið
vit flest øll merkja angan, og gleðast øll til Várið
eg sakni mín bróður av foldum er farin
í minninum stendur tú eftir sum varðin
sum friðsælur fuglur var títt eykennislyndi
tú aldrin til klandur nakrantíð kyndið.

Hvíl í Friði
-----
Mamma og syskini. Selma, Sevilda, Sigmar, Kristian Suni og Kjartan