Minnisframsýning - Olivur við Neyst

Leygardagin letur minnisframsýning upp í Steinprenti við verkum eftir Olivur við Neyst.

Tíðindaskriv:

 

– Bæði við læntum verkum frá m.a. Runavíkar Kommunu, Norðoya Listafelag, og í samstarvi við Dagmar Joensen-Næs hava vit fingið hesa framsýning upp at standa. Vit fegnast um at bjóða tygum til fernisering í morgin, leygardagin 20. september kl. 15.

– Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Steinprent í tíðindaskrivi.

 

Brot úr minningarorð um Olivuri eftir Kinnu Poulsen:

Olivur við Neyst var ein týðandi listamaður. Hann var føddur í Klaksvík í 1953, útbúgvin á kunstakademinum í Keypmannahavn hjá Richard Winther og Wilhelm Freddie 1975-1979 og gekk síðani tvey ár á listpedagogiskari linju hjá Helge Bertram. Olivur við Neyst var gávaður koloristur, sum málaði bjartlittar kompositiónir við støði í býar- og bygdaumhvørvum – ofta við eini kaleidoskopiskari kenslu, sum Bárður Jákupsson nevnir tað í bókini Myndlist í Føroyum - har myndaflatin hjá Olivuri er býttur upp í eitt fagurlitt mynstur. Hetta sæst t.d. í fleiri av myndunum, sum hann málaði, tá hann var við sluppini Ester fyrst í hálvfemsunum. Myndamálið minnir í hesum føri um klassiskt modernistiskar, kubistiskar og fauvistiskar myndir, men hann málaði eisini rættiliga abstraktar myndir - eg minnist serliga ein gulan málning, sum var á einari framsýning á Den Frie í Keypmannahavn - hann var framúr.”

 

Lesið eisini: Seinasta strokið er sett og pensilin er lagdur

 

##med2##