VIDEO: FC Fredericia mátti lúta í Odense

(Video) Síggj samandráttin frá dystinum OB-FC Fredericia 3-2 (1-0)

 

Mynd: Ritzau Scanpix

Mattias H. Lamhauge fekk endurval, og hann vardi málið hjá FC Fredericia, ið spældi dyst á útivølli móti OB í donsku superliguni. 

 

Dysturin á Nature Energy Park leikvøllinum í Odense endaði við 3-2 sigri til OB.

 

Heimaliðið legði seg á odda við einum brotssparki, ið Jann–Fiete Arp setti trygt í netið sjey minuttir undan steðginum. 

 

Seinni hálvleikur var níggju minuttir gamal, tá OB økti til 2-0. Jay–Roy Gro sendi eitt gott innlegg inn í brotsteigin, har Adam Sørensen kundi stútað bóltin í netið til 2-0. Tað gingu tó bert seks minuttir, so hevði Agon Mucolli hjá Fredericia við einum góðum skoti minkað um munin til 2-1.

 

Fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat økti Jona Niemiec við einum dundurskoti til støðuna 3-1 til OB. Jeppe Kuds fekk tríggjar minuttir seinni minkað um munin við einum góðum stútara aftaná eitt gott hornaspark, men nærri kom Fredericia ikki.

 

Mattias hevði nakrar góðar bjargingar í dystinum, og hann kann ikki lastast fyri málini. Mattias fær karakterin 6,2 (av 10) frá Soccerstand. Miðaltalið hjá leikarunum hjá Fredericia var 6,5. 

 

HER  ber til frá Viasat at síggja hæddarpunktini frá dystinum. 

 

Fredericia er nummar seks í deildini við 11 stigum fyri níggju dystir. 

 

Komandi mikukvøld klokkan 18 spælir FC Fredericia sekstandapartsfinalu í donsku steypakappingini. Dysturin verður á útivølli móti Thisted, ið spælir í triðbestu deildini. So Fredericia hevur ein góðan møguleika at vinna seg víðari. Enski málverjin, Etienne Green hevur leikbann í steypakappingini, so Mattias kemur at verja málið í hesum dystinum. 

 

Sunnudagin 28. september klokkan 13 spælir Fredericia dyst á útivølli í superliguni móti Viborg. 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix