Minnisrit um sløkkilið verður skrivað

- Hevur tú eina ella fleiri myndir liggjandi, sum eru søguligar, kanst tú seta teg í samband við átaksleiðaran hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði

- Eigur tú eldri myndir av eldsløkking?

 

Soleiðis spyrja tey í Skálafjarðar Kommunala Sløkkiiði (SKS) í morgun.

 

- Okkum tørvar nakrar eldri myndir, sum vísa eldar og eldsløkking.

 

Í SKS siga tey, at í løtuni verður 50 ára minnisrit skrivað um felagsskapin, sum fevnir um Nes kommunu, Sjóvar kommunu og Runavíkar kommunu.

 

- Hevur tú eina ella fleiri myndir liggjandi, sum eru søguligar, so vinarliga set teg í samband við Sunleiv Højgaard, átaksleiðara á tlf. 218235, ljóðar áheitanin hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði.