Á býráðsfundi hin 13. juli samtykti býráðið í Sunda kommunu einmælt at seta Hans Andrias Olsen í farloyvisstarvið sum leiðari á Dagstovninum við Kráir í Hvalvík.
Hann byrjar í starvinum komandi týsdag, 1. september, og farloyvisstarvið er galdandi í eitt ár.
- Hans Andrias Olsen er 41 ára gamal, uppvaksin í Klaksvík og er búsitandi í Norðragøtu. Hans Andrias varð útbúgvin námsfrøðingur í 2014 og hevur starvast innan skúla, frítíðarskúla- og dagstovnsøkið, umframt serøkið.
Í Sunda kommunu vísa tey á, at síðan 2019 hevur hann starvast sum leiðari í Frítíðarskúlanum við Stórá í Runavíkar kommunu.
- Eitt stutt skifti starvaðist Hans Andrias sum leiðari á ungdómshúsinum Garnhúsið, og tískil er hann ikki heilt ókendur í Sundalagnum.
- Umframt fakligu eginleikarnar innan dagstovnaøkið hevur Hans Andrias eisini nógvar royndir sum fótbóltsvenjari og leikari.
Í Sunda kommunu ynskja tey Hans Andriasi blíðan byr og bestu eydnu í starvinum - við vón um tætt og gott samstarv.










