Misljóð millum pensiónistar

Í umbúna er at koyra Eldrafelagið Borgina í Fuglafirði úr Landsfelag Pensiónistanna. Landsformaðurin sigur, at Borgin sjálv hevur sett seg uttan fyri Landsfelagið

Ósemja

Landsfelag Pensiónistanna hevur hótt við at koyra Eldrafelagið Borgina í Fuglafirði úr Landsfelagnum. Grundgevingin er, at Borgin hevur ikki hildið viðtøkurnar hjá Landsfelagnum. Tað passar ikki, sigur formaðurin í Eldrafelagnum Borgini.
Ditleif Eldevig, formaður í Eldrafelagnum Borgini í Fuglafirði, er sera misnøgdur við, at Landsfelag Pensiónistanna hevur kallað til fund á Tórshavnar Sjómansheimi í dag, har evnið skal vera at koyra Borgina úr Landsfelagnum. Øll limafeløgini í Landsfelagnum, uttan Borgin, hava fingið fundarboð. Tað eru 14 limafeløg í Landsfelag Pensiónistanna.
Tómas Tómasson, formaður i Landsfelagnum, sigur, at tað er ikki rætt, at Landsfelagið vil koyra Borgina úr felagnum. Tað hevur Borgin sjálv gjørt í og við, at felagið ikki vil góðkenna viðtøkurnar hjá Landsfelagnum og heldur ikki heldur tær.
Støðan er tann, sigur Tómas Tómassson, at Landsfelag Pensiónistanna á aðalfundi í fjør fekk nýggjar viðtøkur, sum øll limafeløgini uttan Eldrafelagið Borgin hava skrivað undir.
Grundina til, at Borgin ikki hevur skrivað undir, sigur formaðurin í felagnum, Ditleif Eldevig, vera, at felagið kann ikki góðtaka, at limafeløgini hava mist atkvøðurættin á aðalfundinum, og í øðrum lagi, at ikki kann atkvøðast við fulltrú.
?Tað ber ikki til at krevja í einum pensionistafelag, at allir limir, sum atkvøða, skulu vera á fundi. Tað má bera til, um eitt nú ein nevndarlimur liggur sjúkur - vit tala jú um pensionistar - so skal viðkomandi kunna lata ein annan atkvøða í sínum stað, sigur Ditleif Eldevig. Men tað ber ikki til nú. Tað er enntá so flott, vísir hann á, at tann til einhvønn aðalfund valdi fundarstjórin kann gera av, hvussu atkvøtt verður.
Tómas Tómasson, formaður í Landsfelagnum váttar, at so er, men tað er ein aðalfundarsamtykt, sum hevur gjørt tað av, og hon má haldast, sigur hann.

Eingin roknskapur
Ditleif Eldevig vísir eisini á, at Landsfelagið noktar Eldrafelagnum Borgini peningastuðul, sum av røttum tilkemur felagnum.
Talan er um pengar, sum Landsfelag Pensiónistanna fær av fíggjarlóg Løgtingsins art býta út til feløgini. Men Borgin fekk einki seinast, býtt varð út, tí leiðslan í Landsfelagnum metir, at felagið ikki heldur lógir Landsfelagsins.
Víst verður til tvær greinar í lógini hjá Landsfelagnum, sigur Ditleif Eldevig. Men báðar hava vit hildið, sigur hann. Onnur snýr seg um nýggj feløg, sum vilja gerast limir í Landsfelagnum, og hin um at lata inn tilfar til Landsfelagið.
?Vit kunnu ikki koma undir grein trý, tí vit hava verið limir í Landsfelagnum í mong ár, og sambært grein fýra kunnu vit heldur ikki blakast út,tí vit hava sent inn limalistan, sum greinin fyrisetur, sigur hann.
Til tað svara Tómas Tómasson, formaður í Landsfelagnum, at grein trý eisini sigur, at felag, sum ikki heldur viðtøkur Landsfelgsins, kann koyrast úr felagnum. Og tað hevur Eldrafelagið Borgin í Fuglafirði ikki gjørt. Tí hóast felgið hevur latið limalista inn sambært grein fýra, so hevur Borgin ongan roknskap latið Landsfelagnum, sum sama lóg ásetir, vísir hann á.
?Og fyri at koma aftur til studningin, hevur Borgin kært til Almanamálaráðið, at vit ikki vilja lata teimum hann, men haðani greitt fingið at vit, at tað kann Landsfelagið ikki gera, uttan at Borgin eisini letur roknskapin inn til Landsfelagið. Og hann er ikki komin.

Fylgja lógini
Landsfelagið hevur tann 28. januar í skrásettum brævi gjørt Borgini greitt, at verða hesi viðurskifti ikki fingin í rættlag sambært reglum Landsfelagsins innan ein mánað frá tí, brævið er dagsett, verður neyðugt at koyra Borgina úr Landsfelagnum.
?Tað er so ikki greitt enn, og vit noyðast tí at handla hareftir, sigur Tómas Tómasson.
Hinvegin sigur Ditleif Eldevig, formaður í Eldrafelgnum Borgini, at hann kann ikki taka brævið fra Landsfelagnum fyri fult, tí har stendur,at tað er nevndin í Landsfelagnum sum hevur sent tað. Men tað eru bara tríggjar undirskriftir á brævinum, hóast viðtøkurnar hjá Landsfelagnum siga, at landsfelagið hevur fimm limir.
?Tað er rætt, at viðtøkurnar siga tað, váttar Tómas Tómasson, formaður í Landsfelag Pensiónistanna. Men tað eru somu viðtøkur frá 18. mei 2002, sum siga tað, og tað er júst grundin til, at bara trý fólk hava skrivað undir.
Støðan var tann, sigur hann, at á aðalfundinum varð nevndin víðkað frá trimum til fimm limir. Men tað stendur eisini í lógini, at broytingin kemur í gildi dagin eftir, at hon er samtykt. Sostatt bar stutt og greitt ikki til at velja fimm nevndarlimir á tí fundinum, og gjørdi fundurin tí av, at á komandi aðalfundi í mei í ár, skulu veljast fimm nevndarlimir.
Fundurin, sum kallað varð inn til á Sjómansheiminum í dag, er avlýstur, sigur Tómas Tómasson. Tað kemst av, at hann hevur frætt, at Ditleif Eldevig ætlar sær at møta á fundi, hóast hann ikki er boðin. Hesum væntar landsformaðurin bara illstøðu av, og tí hevur hann gjørt av at taka alt málið, sum tað er, upp á komandi aðalfundi hjá Landsfelag Pensiónistanna.