Misti koyrikortið á staðnum fyri at koyra 151 km/t

Ein ungur bilførari var í gjárkvøldið tikin á Fuglafjarðarvegnum og misti koyrikortið á staðnum

Tað var klokkan 19:20 í gjárkvøldið, at løgreglan máldi ein bilførara fyri at koyra 151 km um tíman. Hetta var, tá løgreglan gjørdi mátingar á Fuglafjarðavegnum millum Fuglafjørð og Kambsdal.

Tá varð ein bilførari máldur at koyra 151 km um tíman. Tá løgreglan trekkir alt frá, fyri at sleppa undan óvissum, varð komið fram til, at bilførarin er skuldsettur fyri at koyra 146 km um tíman, sum framvegis er so nógv fór nógv, tí tað er bara loyvt at koyra 80 km um tíman.

Úrslitið av hesum var, at løgreglan administrativt tók koyrikortið frá manninum á staðnum.

Talan var um ein mann, sum var fyrst í 20'unum.