Mjølnir heldur kósina

Mjølnir-Dráttur 3-1 (25-19, 25-14, 14-25, 25-14):

Mjølnirkvinnurnar kunnu framvegis avgera sína egnu lagnu eftir sigurin móti Drátti leygardagin

 

Flogbóltur


Kvinnurnar hjá Mjølni vunnu sín fimta sigur á rað, tá Dráttur vitjaði í Klaksvík leygardagin, og tí er trýstið á TB tað sama sum áðrenn hetta vikuskiftið.

Endurreisnin hjá Mjølnir er merkisverd, tí hesir fimm sigrarnir koma eftir tríggjar ósigrar á rað. Fyrsti sigurin kom í teirra fjórða dysti móti Fleyr í Havn, men veruliga vendin hjá Mjølni kom í fimta dystinum, tá tær vunnu móti TB á útivølli. Síðani tá hava tær bara hugt annan vegin, og tað er uppeftir. Tá endaspælið byrjar, eru bara tvey stig á muni, og tað merkir, at Mjølnirkvinnurnar sjálvar kunnu avgera sína lagnu.

Tað skuldu fýra sett til leygardagin, og tað er eitt sindur merkisvert, at einki av settunum var serliga javnt. Tað fyrsta var tað tættasta, tí tað endaði 25-19 til Mjølnir. Men síðani endaðu trý tey næstu øll 25-14. Mjølnir vann tað næsta, men so svaraði Dráttur aftur, áðrenn Mjølnir avgjørdi dystin í fjórða setti.

Dráttur fær næsta vikuskifti vitjan av TB, og tað er í endaspælinum, so nú ber til at siga, at ein sigur telur dupult so nógv sum hann hevur gjørt higartil. Mjølnir hevur frívikuskifti næstu ferð, og við øðrum orðum hava tær longu fingið jólafrí. Tær kunnu tí í friði og náðum fyrireika seg til Mjølnirkappingina, har tær uttan iva vera sera uppsettar uppá at vinna sær pláss í steypafinaluni. Steypafinalan hevur verið spæld síðstu tvey árini, og báðu ferðirnar hevur Mjølnir vunnið, so traditiónirnar eru longu har.