Klokkan 17 hittast Føroyar og Kekkia í HM undankappingardysti í fótbólti á Tórsvølli. Kekkia er stórfavorittur, og tað verður einki forgjørt í tí, um tað endar við sigri til gestirnar, sum higartil hava vunnið allar átta dystirnar ímóti Føroyum. Einasta føroyska málið í teimum átta dystunum varð skorað í mars, tá ið Gunnar Vatnhamar javnaði til 1-1 í Kekkia, sum í síðstu løtu skoraði 2-1 sigursmálið.
Í dag er tað 10. ferðin, at Eyðun Klakstein hevur ábyrgdina av landsliðnum. Úrtøkan í teimum níggju dystunum er fýra sigrar og fimm tap. Málmunurin er 9-7. Hóskvøldið vunnu Føroyar 4-0 ímóti Montenegro. Í øllum hinum átta dystunum hevur málmunurin verið eitt mál. Føroyar hava skorað mál í fimm dystum, og í trimum dystum er føroyska liðið farið av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið hevur skorað.
-Eisini í dag verður útgangsstøðið, at verjuspælið verður væl skipað. Soleiðis hevur tað verið, og málið er støðugt at leggja aftrat. Royndirnar siga, at tað altíð eru løtur, tá ið vit hava tak á bóltinum og flyta fólkið fram á vøllin, og soleiðis verður tað eisini í dag. Vit hava tapt við einum máli ímóti bæði Kroatia og Kekkia, og vit iðra okkum serliga um 1-0 tapið í Montenegro. Vit leingjast eftir heilt stóra úrslitinum, og vit halda, at tað er møguleiki fyri at fáa stig ímóti Kekkia í dag. Men tað vinna vit ikki við treytaleyst at leypa á. Tað er sera týdningarmikið, at vit eru tolnir og væl skipaðir, og so er tað neyðugt, at vit taka av, um møguleikin fyri at skora mál verður. At okkara evna at skora mál, sóu vit hóskvøldið, segði Eyðun Klakstein landsliðsvenjari, tá ið liðið vandi á Tórsvølli.
Á døgurða í fyrradagin fóru spælararnir til hús. Síðani teir savnaðust aftur eftir døgurða í gjár, hevur tað bara verið henda eina venjingin, og nú verður talt niður til spennandi avbjóðingina, sum verður klokkan 17 í dag.
Veðurforsøgnin sigur, at tað verður turt, 10 hitastig, og vindferðin av útsynningi verður átta metrar um sekundið. Í hvirlunum kann vindferðin fara upp í 17 metrar um sekundið.
Í hesi undankappingini hava Føroyar vunnið 9 stig, ið er sama úrtøka, sum Føroyar vunnu í HM undankappingini í 2016 og 2017. Tá vóru Føroyar í bólki saman við Portugal, Sveis, Ungarn, Lettlandi og Andorra. Lars Olsen var venjari, og Føroyar vunnu 1-0 á heimavølli ímóti Andorra og 2-0 á útivølli ímóti Lettlandi. Á heimavølli ímóti Lettlandi og Ungarn og á útivølli í Andorra endaði tað 0-0.