MonkeyRat live + Deborah + roWan + Jazz
á Mojo týskvøldið 11. oktober kl 22:00
MonkeyRat diskar upp við 3 fjølbroyttum settum týskvøldið
á Mojo í Keypmannahavn, saman við gestunum Deborah, roWan og
Jazz (Jasmin úr bólkinum Pakalolo).
À heimasíðuni hjá Mojo stendur: en aften med original funk, svedig soul
og gedigen rock'n'roll. 3 sæt musik med hver sin "flavour"
Manningin er sum vanligt Anna Iachino vokal, Arnold Ludvig bass og vokal,
Jens Stoklund - trummur, men tó er Alain Apaloo, sum er í Frankaríki og
mixar ta næstu Api Pipo fløguna, avloystur av 23 ára gamla gittarsnillinginum
Johan Jørgensen, sum herfyri vann fyrsta prísin í jazz/fusion kategoriini í gittar
kappingini: Yamahas Six String Theory Guitar Competition. Dómararnir vóru
Lee Ritenour, Steve Lukather, Larry Baione og aðrir.