Montenegro trýsti Danmark

Tað gjørdust 60 harðir minuttir hjá danska manslandsliðnum í hondbólti í kvøld

Lítla Balkanlandið, Montenegro, sum ongantíð hevur vunnið ein dyst í einum EM-endaspælið í manshondbólti trýsti Danmark allan dystin í bólki D, sum endaði 30-28 til Danmark, sum hevur vunnið seg víðari til millumspælið, men danskarar fingu einki forerandi frá Montenegro, sum tíðum var á odda í uppgerðini. Støðan í steðginum var 16-14 til Montenegro.  Mikkel Hansen gjørdist toppskjútti hjá Danmark við fimm málum. 

 

Fyrradagin vann Danmark 31-25 á Russlandi. Í hinari uppgerðini í bólki D vann Russland 27-26 (14-10) á Ungarn.

 

Støðan í bólki D : 

 

1Danmark210061:534
2Russland210152:572
3Ungarn210158:542
4Montenegro200155:620