Morgunball á býráðnum

Í morgun var lítið hátíðarhald í sambandi við 65 ára føðingardagin hjá Heðin Mortensen, borgarstjóra, hildið í kantinuni í gamla posthúskjallaranum. Hetta var ein sera stuttlig løta við fleiri góðum røðum.

Føðingardagurin var í gjár, 7. apríl, og Ingibjørg Berg, kommunustjóri, segði millum annað í røðu, at besta dømið um, hvussu aktivur Heðin Mortensen var, var at tað kom sum serstøk søga í fjølmiðlarnar, at borgarstjórin hevði tikið sær frí ein heilan dag at vera saman við familjuni. Hetta er aldri hent áður.

Jógvan Arge, býráðslimur, greiddi m.a. frá uppvøkstrinum í Havn, har hann kallaði Heðin fyri »ein av búllunum«, sum »ikki fór av vegnum fyri einum góðum slagsmáli við ein marinara«. Jógvan Arge tók sær sjálvum heiðurin fyri bæði at Heðin gjørdist forseti í ÍSF, og at hann gjørdist borgarstjóri, tí í báðum førum var støðan hjá Jógvani avgerandi fyri útfallið.

Gestarøðari í morgun var Sjúrður Skaale, sum kom oman við heilsu frá løgtinginum. Sjúrður helt eina sera skemtiliga røðu við ymsum samanberingum millum Klaksvík og Havnina, og endaði við at boða frá, at klokkan 15 seinnapartin kemur sonur hansara á Ráðhúsið við umbøn um at lækka kommunuskattin við 50%.

Annars var ymiskt skemt á skránni, millum annað ein vísa, sum tað sigst, at Hilmar Jan Hansen hevði yrkt.