Italski mótasniðgevin Giorgio Armani er deyður.
Tað boðar mótahúsið Giorgio Armani frá í eini fráboðan.
- Við ómetaliga stórari sorg boðar Armani frá, at skaparin, stovnarin og ótroyttiligi drívmegin hjá fyritøkuni, Giorgio Armani, er deyður, stendur í fráboðanini frá mótahúsinum.
Giorgio Armani, sum stovnaði mótafyritøkuna Armani í 1975, fylti 91 ár.
Giorgio Armani hevði kent seg illa í eitt tíðarskeið og mátti millum annað ikki luttaka á mótasýningunum hjá Armani á mótavikuni hjá monnum í Milano í juni.
Sambært Reuters er hetta fyrstu ferð í yrkisleiðini hjá Giorgio Armani, at hann ikki hevur luttikið á einari mótasýning hjá Armani.
Armani sigur, at jarðarferð verður í Milano leygardagin og sunnudagin.
Ein privat jarðarferð verður aftaná, sum var egið ynski hjá Giorgio Armani, stendur í fráboðanini. Mótahúsið upplýsti ikki, nær jarðarferðin varð hildin.
Giorgio Armani varð føddur í 1934 í norðuritalska býnum Piacenza.
Pápi hansara arbeiddi á høvuðssætinum hjá lokala fasistiska flokkinum, áðrenn hann gjørdist bókhaldari hjá einum flutningsfelag. Mamma hansara var heimagangandi mamma.
Men hóast avmarkaðar møguleikar, høvdu foreldrini eitt slag av innaru elegansu. Hetta greiddi Giorgio Armani frá í heimildarfilminum "Made in Milano".
Hann greiddi millum annað frá, hvussu stílkenslan hjá mammuni sást í klæðunum, sum hon gjørdi til síni trý børn.
- Vit vóru øvundsjúkan hjá øllum okkara floksfeløgum. Vit sóu rík út, hóast vit vóru fátøk, segði hann sambært Reuters.
Sum barn upplivdi Giorgio Armani seinna heimsbardaga nær.
Í sjálvsævisøgu síni "Per Amore" ("Fyri kærleika" á føroyskum, ritstj.), lýsir hann eina hending, har hann kastaði seg í eina grøv og fjaldi lítlusystur sína við jakkanum, tá eitt flogfar fór at skjóta yvir høvdið á teimum.
Eftir kríggið flutti familjan til Milano, haðani Giorgio Armani seinni skuldi reka mótahúsið Armani.
Hann las upprunaliga til lækna, men gavst eftir tveimum árum fyri at gera hertænastu.
Í Milano fekk Giorgio Armani eitt starv sum vindeygadekoratørur í eini handilsmiðstøði, og fræið av einum lívi í móta varð sáað.
Hann fekk gjøgnumbrot sítt sum mótasniðgevi, tá hann fór at arbeiða hjá sniðgevanum Nino Cerutti.
Í 1975 debuteraði Giorgio Armani við síni fyrstu manskollektión og gjørdist skjótt vælumtóktur í Evropa.
Hann stovnaði mótafyritøkuna Armani í samstarvi við romantiska partnara sín Sergio Galeotti.
Galeotti hevði AIDS og doyði 40 ára gamal í 1985.
Við deyða hansara var Giorgio Armani einasti stóri partaeigarin í mótahúsinum, sum gav inntøkur uppá 2,3 milliardir evrur - 17 milliardir krónur - í 2024.
Hann letur eingi børn eftir seg at arva mótahúsið. Men bæði yngra systir hansara og aðrir familjulimir fara helst at arva, metir Reuters.
Hann hevur millum annað tvær systurdøtrar og ein systurson, sum øll hava leiðandi størv hjá Armani.
Giorgio Armani setti eisini ein grunn á stovn í 2016, sum til hansara deyða átti symbolsk 0,1 prosent av mótahúsinum.
Í 2017 segði Giorgio Armani við italska blaðið Corriere della Sera, at endamálið var at hjálpa arvingum hansara at koma saman við hvørjum øðrum og at sleppa undan, at mótahúsið varð keypt út av øðrum ella pettað sundur.
Hann segði eisini, at væntandi var, at grunnurin og hinir arvingarnir fóru at hava størri ognarlut, tá hann ein dag doyði.
Ritzau/Reuters