Tað vera fimm føroyingalið, ið fara at kappast í bólkaspælinum í EHF European League.
Tað hevur leingi verið greitt, at Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vera partur av bólkaspælinum. Somuleiðis vera Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram partur av bólkaspælinum.
Í dag hava trý føroyingalið vunnið seg í bólkaspælið í EHF European League. Fyrr í dag vunnu liðini hjá Tróndi Mikkelsen og Ísaki Vedelsbøl, HF Karlskrona og Sävehof seg í bólkaspælið, og í kvøld hava Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnið seg í bólkaspælið.
Hannover hevði eina 37-27 leiðslu við sær til Norðurmakedonia undan returdystinum móti Alkaloid. Dysturin í kvøld var javnur, men eingin ivi var um samlaða útfallið.
Dysturin í kvøld endaði við teptum 29-28 sigri til Hannover. Talan gjørdist tó um ein greiðan samlaðan sigur á 66-55. Í steðginum í kvøld var støðan javnleikur 14-14.
Vilhelm var við sjey málum næstbesti málskjúttin hjá Hannover. Toppskjútti hjá Hannover við átta málum var Justus Fischer.
Fyrr í dag taptu Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni samlað 49-50 fyri rumenska liðnum, Minaur Baia Mare aftaná brotskastskapping. So tað var sera nær við, at seks føroyingalið vunnu seg í bólkaspælið í EHF European League.
Í Champions League fara Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin, og Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG at kappast í bólkaspælinum.
Í Champions League hjá kvinnum kappast landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Storhamar í bólkaspælinum.
So sjey landsliðsleikarar hjá monnunum, og ein landsliðsleikari hjá kvinnunum fara at kappast í evropeiskum bólkaspælum í heyst og í vetur.