Ísrael bumbur mistonkt Hamas háhús í Gaza býi

Seinastu álopini hótta við reka burtur fleiri hundrað túsund palestinar, sum hava leitað sær skjól í Gaza-býnum.

Ein eldri maður gongur ígjøgnum húsaleivdirnar í Sussi Tower bygninginum, sum varð bumbaður av Ísrael í dag. Sambært ísraelska herinum varð bygningurin í 15 hæddum "brúktur av yvirgangsfelagsskapinum Hamas í Gaza City." - Mynd: Omar Al-Qattaa/Ritzau Scanpix

Ísraelski herurin bumbaði í dag eini háhús í Gaza City. Herurin hevði áður heitt á íbúgvarnar í Gazabýi um at stevna móti sunnara parti av Gazageiranum.

Ikki er frætt, um nakar doyði ella fekk skaða var í álopinum.

Herurin sigur, at bygningurin í 15 hæddum varð brúktur av hernaðarligu palestinsku Hamas-rørsluni.

Hamas skal hava brúkt bygningin til at savna fregnartænastur. Sambært ísraelska herinum eru eisini spreingievni sett á staðið.

Hetta gav herurin ikki prógv fyri í dag.

Hamas noktar at hava brúkt bygningin til hernaðarlig endamál. Sambært rørsluni høvdu palestinsk flóttafólk leitað sær skjól í háhúsinum.

Ísraelskar herdeildir hava í fleiri vikur framt álop móti økjum í norðara parti av Gaza-býnum, eftir at Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, gav herinum boð um at hertaka hann.

Netanyahu heldur, at Hamas framvegis er sterkt í Gazabýi, og at tað er neyðugt at hertaka býin fyri at vinna á hernaðarbólkinum.

Áðrenn álopið á háhúsið í dag sendi herurin út sokallaðar "rýmingarboð" til sivilfólk í ávísum pørtum av Gaza City. Her vórðu íbúgvarnir ávaraðir um, at álop var á veg.

Talsmaðurin hjá ísraelska herinum, Avichay Adraee, skrivaði á X, at íbúgvarnir skulu fara úr býnum og fara til eitt strandarøki nærhendis Khan Younis í sunnara parti av Gazageiranum.

Adraee lovar, at tey kunnu fáa mat, sjúkrarøkt og bústað í ávísta økinum, sum talsmaðurin segði er eitt "menniskjaligt øki".

Nýggjastu álopini hótta við at flyta burtur teir hundraðtúsundtals palestinar, sum hava leitað sær skjól í Gazabýi undir næstan tvey ára langa krígnum millum Hamas og Ísrael.

Áðrenn kríggið búðu umleið eina millión fólk í Gaza. Tað er næstan helmingurin av samlaða fólkatalinum á Gazageiranum.

Áðrenn álopið leygardagin á háhúsið í Gaza City høvdu palestinskir heilsumyndugleikar boðað frá í minsta lagi 23 deyðum leygardagin. Av teimum vórðu í minsta lagi 13 dripin í Gaza City-økinum.

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

Ein eldri maður gongur ígjøgnum húsaleivdirnar í Sussi Tower bygninginum, sum varð bumbaður av Ísrael í dag. Sambært ísraelska herinum varð bygningurin í 15 hæddum "brúktur av yvirgangsfelagsskapinum Hamas í Gaza City." - Mynd: Omar Al-Qattaa/Ritzau Scanpix