Mótmæltu ferðavinnu í Málaga

Túsundtals íbúgvar í Málaga mótmæltu ferðavinnuni í býunum

(Mynd: Jon Nazca/Reuters)

Leygardagin gingu fleiri túsund fólk mótmælisgongu í suðurspanska býnum Málaga. Tey mótmæltu øktu ferðavinnuna í býnum og minkandi úrvalið av bústøðum til tey lokalu.

 

Tað skrivar Ritzau.

 

Mótmælisfólkini gingu ígjøgnum miðbýin í Málaga við skeltum, og á teimum stóð eitt nú "Málaga er ikki til sølu" og "Hetta er ikki ferðavinna. Hetta er ein innrás".

 

El País heldur, at eini 15.000 fólk vóru við í mótmælinum, og hetta er ein tann størsta mótmælisgongan, sum hevur verið í býnum í nýggjari tíð.

 

Málaga er vælumtóktur feriubýur, og alt fleiri bústaðir verða brúktir til feriuíbúðir. Tað hevur gjørt tað trupult hjá teimum lokalu at fáa bústað.

 

Ritzau skrivar, at 12.000 íbúðir í Málaga eru skrásettar sum feriuíbúðir, og bara í Madrid og Barcelona er talið hægri – men teir býirnir eru væl størri enn Málaga.

 

– Støðan er óhaldbar. Tað er ógjørligt at keypa eitt hús, sigur María Franco, eitt av mótmælisfólkunum, við El País.

 

(Mynd: Jon Nazca/Reuters)