Motorcross á breddanum sunnudagin

Motorcrosskoyrarin, Kenneth Danielsen, fer á fundi sunnudagin at greiða frá, hvussu tað er at koyra motorcross á semi-professiónellum støði

Sunnudagin verður áhugaverdur upplýsandi fundur um at koyra motocross á semi-professionnellum støði.

Tað er føroyingurin Kenneth Danielsen, ið flutti til Danmarkar sum smádrongur, ið kemur at greiða frá, hvussu tað er at koyra motocross, hvørjar reglur og krøv, ið verða sett, hvørjir klassar og aldursbólkar eru, hvussu er viðlíkahald og uppsetan av súkklu osfr.

Kenneth Danielsen hevur sjálvur koyrt á semi-professionellum støði í Danmark, og hann hevur tikið súkkluna við til Føroya, so um veðrið verður tilvildar, verður framførsla av koyringini aftaná.

Fundurin er almennur og verður á Tekniska skúla í Havn kl. 15, og øll eru vælkomin.

Fyriskiparnir vóna, at nógv áhugað møta upp og eisini foreldur at teimum, ið koyra, ella kundu hugsað sær at koyrt, tí sera umráðandi er, at eisini foreldrini hava eina vitan um hetta. Eisini pápin hjá Kenneth vera á fundinum, so høvi verður at fáa eitt prát við hann um, hvussu man sum foreldur kann stuðla børnum sínum.