Mótstøðuførar bakteriur frá kloakkum í Sandagerði

Børn og vaksin, sum svimja í sjónum í Sandagerði, kunnu fáa bakteriur í seg, sum heilivágur ikki kann basa. Neyðugt er at kanna viðurskiftini betur, og kommunan má ávara meira um vandan, sigur Anni Djurhuus, granskari á Fróðskaparsetrinum

Vísindavøka, serblað í Sosialinum 10. september 2025:

 

Vatnið í Sandagerði og nógva aðrastaðni í Føroyum er illa dálkað. Tað vísa kanningar, ið Anni Djurhuus, granskari á Setrinum, hevur gjørt saman við øðrum.

 

- Í vatninum, sum rennur út í Sandagerð frá ánni, eru ikki bara bakteriur frá skarni, sum vit kunnu fáa ilt í búkin av, men eisini bakteriur, ið eru mótstøðuførar fyri antibiotika, og tær kunnu vera hættisligar, sigur hon. 

 

Mótstøðuføru bakteriurnar koma serliga frá reinsibrunnum, ið skarnið og vatnið frá nógvum húsarhaldum rennur í, áðrenn tað verður skilt hvørt frá øðrum. Kanningarnar hjá Anni Djurhuus hava víst, at vatnið, sum kemur úr brunnunum, er meira vandamikið enn tað, sum rennur inn í teir.

 

 - Vit hava sæð, at sera nógvar antibiotika-mótstøðuførar bakteriur og ílegur komu úr reinsibrunnunum. Tá skarnið frá nógvum menniskjum verður koyrt í ein pott og blandað, so hendir akkurát tað øvugta av tí, sum ætlanin er. Bakteriurnar fáa góðar umstøður at deila ílegur millum sín, og nógvar verða mótstøðuførar fyri antibiotika, sigur Anni.

 

Sjúkuelvandi bakteriur

 

Anni hevur gjørt kanningar í sjónum og á landi við Skansan og við Sjósavnið á Argjum. Kanningarnar hava staðfest víðfevnda dálking frá kloakkum við heilsuskaðiligum bakterium og ílegum.

 

- Vit hava funnið allar møguligar keðiligar bakteriur, ið kunnu vera sjúkuelvandi, í sjónum og í hyljum niðri í fjøruni, har børn ofta spæla. Børn eru í serliga stórum vanda, tí tey koyra alt møguligt í munnin og hugsa ikki um at vaska hendur.

 

- Men eisini fólk, ið svimja í sjónum, kunnu lættliga fáa sjúkuelvandi bakteriur í seg við at svølgja vatn ella fáa tær í eitt sár. Tað kann gera, at tey fara at spýggja ella fáa leyst lív, men tað kann eisini vera meira álvarsamt, um talan er um mótstøðuførar bakteriur.

 

- Bakteriur, ið eru mótstøðuførar fyri antibiotika, kunnu elva til álvarsligar ígerðarsjúkur hjá menniskjum, tí torført er at tálma tær við heilivági. Í ringasta føri kann tað vera ein ordiliga vandamikil fjølmótstøðufør bakteria, sum mann ikki bara spýr av, sigur Anni. 

 

Ávaringarskeltir mugu upp

 

Tórshavnar kommuna ger regluligar kanningar av dálkingini í millum annað Sandagerði, sum verða kunngjørdar á heimasíðuni hjá kommununi við grønum, reyðum ella gulum fløggum fyri, hvussu dálkað vatnið er.

 

Anni Djurhuus heldur, at kanningarnar áttu at verið gjørdar oftari. 

 

- Tey áttu at kanna dyppivatnið hvønn dag ella annanhvønn dag. Tað veldst um veður og vind, hvønn veg rákið fer, og tað kann broytast skjótt. Um tað regnar illa, flýtur yvir í reinsibrunnunum, og ein rúgva fer út í náttúruna. Er veðrið gott dagin eftir, fara nógv fólk at dyppa. Og tá veðrið er gott, er eisini heitari, og tað ger møguliga tað, at bakteriurnar liva longri, greiðir hon frá.

 

Hon mælir til, at ávaringarskelti verða sett upp í Sandagerði.

 

- Kommunan eigur at seta skelti upp, sum ávara tey vitjandi í Sandagerði um, at vatnið kann vera dálkað, og biðja tey um at kanna seinastu mátingarnar á heimasíðuni hjá kommununi, sigur hon.