Móttøka fyri Jógvani í Føroyahúsinum

DR bjóðar í morgun til móttøku fyri Jógvani Joensen í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

Í gjárkvøldið sang Jógvan Joensen seg í finaluna í X Factor kappingini hjá DR. Framførslurnar hjá Jógvani vóru sannførandi, og hann er nú millum teir seinastu tríggjar luttakararnar í kappingini.

Føroyahúsið í Keypmannahavn bjóðar í morgun kl. 10.00 (danska tíð) fólki at heilsa upp á Jógvan Joensen. Ætlanin við móttøkuni er, at fólk skulu vísa Jógvani stuðul áðrenn finaluna, og Jógvan skal eisini syngja tveir sangir fyri fólk. Móttøkan verður filmað av DR og skal brúkast í finalusendingini næsta fríggjakvøld.

Finalan í X Factor verður hildin fyri 15.000 áskoðarum í Herning næsta fríggjakvøldið.