Móttøka var í dag fyri nýggju leiðsluni hjá Klaksvíkar kommunu - Tummas T. Eliassen, kommunistjóri Karl Jacob Ósá, tekniskur stjóri, Palli Ziskason, vinnu- og mentanarstjóri og John Færø, trivnaðarstjóri.
Nógv fólk vóru samankomin at ynskja teim fýra stjórunum tillukku við størvunum. Eisini fleiri aðrastaðni frá høvdu lagt leiðina til Klaksvíkar til høvið.
Borgarstjórin helt røðu fyri nýggju stjórunum og greiddi frá broytingunum og avbjoðingunm, sum standa fyri framman. Andrias Andreasen, tekniskur stjóri hja Eysturkommunu heilsaðu vegna borgarstjóran nýggju stjórunum við ynski um gott samstarv.
Eitt lítið klípið av hugna var eisini til móttøkuna, har Torkil Mørkre, Hans Hjalti Skaale, Dávur Winther og Kristoffur Olsen, allir starvsfólk hjá kommununi høvdu eina sangframleiðslu, har teir m.a. høvdu yrkt ein sang til løtuna.
Síggið fleiri myndir í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER