Aftaná 19 minuttir legði Pedro Barcelona á odda eftir upplegg frá fyrrverandi Inter spælarinum, Maxwell. Barcelona, sum í eini tvey ár næstan ikki hava verið til at steðga, steðgaðu eftir hetta upp. Um tað var langa bussferðin ella taktikkurin hjá Jose Mourinho, ið var orsøkin, skal verða ósagt. Inter setti seg av álvara á dystin, og javnaði við máli frá Wesley Sneijder, ið stóð púra einsamallur við handari stong.
Seinni hálvleikur var bara tríggjar minuttir gamal, tá Maicon legði vertirnar á odda eftir upplegg frá Diego Milito. Tá ein tími var farin av dystinum økti Diego Milito til 3-1. Seinasta hálva tíman høvdu bæði liðini møguleikar at skora, men antin raktu menn ikki málið, ella stóðu málmennirnir í vegin.
Tað blivu gjørd ikki færri enn 40 fríspørk í dystinum og tað kostaði sjey spælararum gult kort. Millum teirra Carles Puyol hjá Barcelona og Dejan Stankovic hjá Inter Milan, ið báðir hava leikbann til seinnu hálvfinaluna á Nou Camp.
Maðurin, ið øll hava tosa um seinastu vikurnar, Lionel Messi, fekk lítið og einki burturúr í kvøld. Heldur ikki fyrrverandi Inter framherjin, Zlatan Ibrahimovic, fekk nakað burturúr í álopinum hjá Barcelona.
Inter Milan - Barcelona(1-1) 3-1
0-1 Pedro(19)
1-1 Wesley Sneijder(30)
2-1 Maicon(48)
3-1 Diego Milito(61)