Eitt av heitu nøvnunum á G! kann upplivast í Grundini, har Undirbeat tekur ímóti franska Mr. Flash Mr. Flash er útgivin á franska plátufelagnum Ed Banger Records, ið eisini stendur aftan fyri stór nøvn á dansigólvinum sum Justice, Busy P, Uffie, SebastiAn.
Tað var fyrstnevndi, Justice, ið gjørdi Ed Banger Records heimskent sum plátufelag, tá remiksið ?We Are Your Friends? og síðan ?D.A.N.C.E? komu út í 2007. Mr. Flash er ein virkin tónleikari, og seinastu sprell frá hansara síðu eru ?Disco Dynamite? og ?Over The Top?. Hann hevur remiksað fyri Kanye West og er harafturat við á øllum teimum trimum savnsfløgunum, ið Ed Banger hevur givið út.
?Surra sum sansaleys skinnfluga og gleð teg til Mr Flash, tí tað eru bara allarbestu, harðastu, dugnaligastu og skitnastu DJ´arnir, sum Ed Banger presenterar, og Mr. Flash, hann liggur høgt í hierarkinum hjá teimum - og okkum!?
Eins og undanfarin ár, er tað Undirbeat, sum skipar fyri tiltøkunum í Grundini, sigur G! í tíðindaskrivi í morgun.